Lýsing
Lýsing
Lýsing

Javnaðarflokkurin: Sjálvstøðug og javnsett lond í einum sterkum felagsskapi

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  18.03.2026 - 23:04 Politikkur Tíðindaskriv

Lat ongan iva vera. Javnaðarflokkurin vil framhaldandi hava ein sterkan felagsskap við Danmark. Vit vilja broyta felagsskapin, so Føroyar fáa fleiri uttanríkispolitiskar heimildir - meðan alt annað heldur fram óbroytt

 

 

Javnaðarflokkurin vil altíð hava skilagóðar loysnir, sum betra livistøðið og lætta um gerandisdagin.

Undir kønari leiðslu hjá Aksel V. Johannesen fegnast vit um at hava rokkið søguligari semju millum fimm flokkar um at dagføra viðurskiftini við Danmark.

Semjan snýr seg í stuttum um, at vit skulu verða sjálvstøðugt land í einum meira javnbjóðis og sterkum felagsskapi við Danmark. Einum ríkjafelagsskapi, har tað – eins og í dag - er upp til ein meiriluta í løgtinginum ella fólkinum at fremja broytingar og yvirtøkur.

Tá vit siga, at alt annað verður óbroytt, so merkir tað júst tað: ríkisveitingin verður tann sama, okkara ungu varðveita hava somu møguleikar at útbúgva seg og fáa SU í Danmark, samstarvið við donsk sjúkrahús heldur fram óbroytt, vit hava framvegis krónuna sum gjaldoyra, og vit vera framvegis partur av danska Kongshúsinum.

Í semjuni møtast veingirnir í føroyskum politikki.

Tey sjálvstýrissinnaðu, sum vilja skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land.

Og tey sambandssinnaðu, sum eisini framyvir vilja vera í einum sterkum felagsskapi við Danmark.

Og lat tað verða sagt: Tað er beinleiðis ósatt, tá Sambandsflokkurin førir fram, at Javnaðarflokkurin ætlar at fara brestandi úr ríkisfelagsskapinum fyri síðani - aftaná - at finna útav, hvat so skal henda.

Vit vilja loysnir, sum tryggjar Føroyum neyðugur uttanríkispolitiskar heimildir, her undir atgongd til altjóða felagsskapir.

Men vit vilja framvegis hava ein felagsskap við Danmark. Ein felagsskap, har tað er upp til ein meiriluta í løgtinginum ella í fólkinum at fremja broytingar og yvirtøkur.

Hetta er uppleggið, sum teir fimm flokkarnir hava gjørt semju um.

Tað er harmiligt, at Sambandsflokkurin ikki er við í semjuni. Vóru allir flokkar við, stóðu vit sterkari í tingingunum. Ístaðin brúkar formaðurin í Sambandsflokkinum orkuna upp á at ræða og spjaða. Heldur skuldi hann verið sitandi við borðið saman við okkum og smíða framtíð Føroya.

Síðstu áratíggjuni hava prógvað, at grundlógin og heimastýrslógin kunnu ikki bendast meira. Skulu vit hava fleiri handissáttmálar og gerast ein virknari leikari á altjóða vøllinum, mugu vit hava fleiri uttanríkispolitiskar heimildir. Tí er tørvur á at endurhugsa felagsskapin.

Tað mugu vit fyrihalda okkum til.

Tað mugu vit taka ábyrgd fyri.

Ikki av romantiskum ella nationalum ávum.

Men fyrst og fremst, tí vit mugu dagføra fyri at varðveita. Soleiðis fáa vit skilagóðar loysnir, so føroyski búskapurin fær lættari atgongd til fleiri og størri handilsmarknaðir. Og soleiðis fáa vit framhaldandi ein tættan og tryggan felagsskap við Danmark.

Tað er okkara greiða fatan, at verður felagsskapurin javnari og virðiligari, verður hann eisini sterkari og støðufastari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin: Sjálvstøðug og javnse…
Hetta sigur Odmar Færø um skaðan
Vit skulu hugsa um javnstøðu í breiðari…
Vit mugu taka handverkara­útbúgv­ingar í á…
PUTIN ella AYATOLLAH?
Ferð á grøna orkuskiftið við Fólka­flokki…
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum