Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almannalógin skal fíggjast

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen  |  20.03.2026 - 15:10 Politikkur

Í ár eru liðin 50 ár, síðani brekøkið og Almannaverkið vórðu skipað í Føroyum. Hetta hevur verið ein long ferð móti einum samfelag, har fólk við breki og onnur, sum hava tørv á hjálp, fáa betri stuðul og rættindi.

Eitt av teimum størstu stigunum á hesi leiðini var, tá Almannalógin varð samtykt í 2021.

Við lógini vórðu fleiri tænastur lógarfestar, og ein greið rættindahugsan varð staðfest. Borgarin skal takast upp á ráð, hava sjálvsavgerðarrætt, og hjálp skal veitast skjótt og eftir tørvi.

Hetta var eitt stórt og neyðugt framstig.

Men hóast lógin varð samtykt, so fylgdu neyðugu fíggjarligu karmarnir ikki við. Tað merkir, at vit framvegis eru efturbátar, og at nógv fólk ikki fáa ta hjálp, sum lógin í veruleikanum gevur teimum rætt til.

Hetta má broytast.

Vit mugu taka næsta stig og tryggja, at Almannalógin eisini verður fíggjað. Tað krevur politiskan vilja og breiða semju um at seta neyðuga peningin av.

Tað snýr seg um nógv meira enn pengar. Tað snýr seg um menniskju, lívsgóðsku og rættin til at luttaka í samfelagnum.

Tá vit fíggja góðar og tíðarhóskandi tænastur á almannaøkinum, gera vit samstundis eina íløgu í eitt sterkari og meira haldbært samfelag.

Almannalógin var eitt stórt stig framá. Nú er tíðin komin at tryggja, at hon eisini virkar í verki.

Eyðgunn Samuelsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…