Lýsing
Lýsing
Lýsing

J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið

SKRIVAÐ: J&K Petersen  |  20.03.2026 - 15:10 Tíðindaskriv

Bæði ársroknskapurin og grøni roknskapurin vísa framgongd hjá J&K Petersen í 2025. Ársúrslitið er meira enn tvífaldað, og fyritøkan leggur stóran dent á umhvørvislig og samfelagslig atlit

Leiðslan í J&K Petersen legði roknskapin fyri 2025 fram á aðalfundinum í dag. Umframt vanliga
ársroknskapin, sum vísir 17,6 milliónir krónur í avlopi fyri skatt, gevur J&K Petersen eisini út sína fyrstu
ESG-frágreiðing.


Eginognin hjá samtakinum er í dag 65 milliónir krónur, og eru sostatt bæði úrslitið og eginognin ein
váttan uppá solidu støðu felagsins.

J&K Petersen hevði eitt sera hendingaríkt 2025, har fleiri stórar verkætlanir vórðu lidnar og avhendaðar.


- Ein av hesum verkætlanum er nýggi Fámjinstunnilin, sum vit handaðu Landsverki í fjør vár. Tunnilin
er enn eitt frambrot í føroyska samferðslukervinum, og vit kunnu øll fegnast um, at Fámjin nú hevur eina
trygga og tíðarhóskandi farleið, sigur Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen.
Fyrri parturin av arbeiðinum at betra um eitt nú parkeringsviðurskiftini við Vága Floghavn var
avhendaður um ársskiftið.


- Saman við Vága Floghavn eru vit við til at betra um framtíðarkarmarnar hjá vinnuni, føroyingum og
føroysku ferðavinnuni. Vit eru nú í gongd við seinna partin av hesum stóra planeringsarbeiðinum. Eisini
hava vit saman við Floghavnini og HJ Asfalti víðkað um vendipallar og lagt nýtt asfalt á flogbreytina,
greiðir Sigtór A. Petersen frá.
Stjórin í J&K Petersen er errin av, at fyritøkan eisini hevur verið partur av arbeiðinum at gera Messuna,
sum er nýggja sjósavnið í Sørvági.


- Serstaki bygningurin verður ein miðdepil fyri søgu og mentan fyri bæði Vágoynna og alt landið. Tað er
áhugavert at vera við í slíkum arbeiði, sigur Sigtór A. Petersen.
Stjórin í J&K Petersen vísir á, at vónirnar fyri komandi tíðina eru góðar, tí fleiri spennandi verkætlanir
standa í bíleggingarbókini og á ESG-økinum.


- Vit ivast ikki í, at vit eisini í komandi tíðum hava eitt trygt og støðugt arbeiðspláss til okkara dugnaliga
og fjølbroytta starvsfólkahóp. Harafturat eru vit í holt við fleiri spennandi verkætlanir innan burðardygd,
soleiðis at vit støðugt halda fyritøkuni á rættari kós, staðfestir Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Ein ESG-frágreiðing verður ofta nevnd grøni roknskapurin hjá einari fyritøku. Henda fyrsta ESGfrágreiðingin hjá J&K Petersen lýsir, hvussu fyritøkan miðvíst og stigvíst leggur alsamt størri dent á
nærumhvørvið, har fyritøkan arbeiðir, og umhvørvið sum heild – umframt at J&K Petersen er ein
fyritøka, sum vísir samfelagssinni.


Fyritøkan telist millum elstu entreprenørfyritøkurnar í Føroyum. Umleið 110 fólk starvast hjá J&K
Petersen, sum hevur verið í byggi- og verklagsvinnuni í meira enn hálva øld.
Umframt Sigtór A. Petersen, stjóra, sita Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari, og Jákup Mørk,
fíggjarleiðari, í leiðslubólkinum.


Christian F. Andreasen er nevndaformaður í J&K Petersen. Hini í nevndini eru Klaus Rasmussen,
Ragnhild Petersen og Karl Andrias Petersen. Tey fýra tóku øll við afturvali á aðalfundinum í dag.
Vinaligar heilsanir, J&K Petersen

Á myndini eru Sigtór A. Petersen, stjóri, og Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…