Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilbúgvingarvenjing – Djúpini 2026

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.04.2026 - 15:48 Myndarøð Tíðindaskriv

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipaði 25. mars 2026 fyri borðvenjingini “Djúpini 2026”, har føroyska tilbúgvingin skuldi taka støðu til  eina hugsaða hending við einum útlendskum ferðamannaskipi í álvarsamari neyðstøðu í føroyskum sjóøki.

 

Venjingin var hildin í Hólmhúsinum á Eiði og luttakarar vóru Vørn (MRCC og Veðurstovan), Føroya Politi, kommunalu tilbúgvingarnar, Heilsuverkið, bjargingarfeløg (LFB), Arktisk Kommando (FEF), Landsverk, Strandfaraskip Landsins, Atlantic Airways, Reyðikrossur Føroya, Sjóvinnustýrið og Smyril Line.

 

Við vaksandi tali av cruise-skipavitjanum og øktari sjóferðslu kring Føroyar, eru slíkar hendingar vorðnar meira sannlíkar og kunnu leggja stórt trýst á tilbúgvingina.

 

Endamálið við venjingini var at varpa ljós á týdningin av  samstarvi og samskifti, við at royna samskipan, leiðslu og samvirkni millum viðkomandi tilbúgvingareindir og myndugleikar, bæði á sjógvi og landi.

 

Dentur varð lagdur á at greiða ábyrgdarbýti og avgerðarleiðir í eini álvarsamari hending, og at menna eina felags støðufatan.

 

Hetta er fyrsta ferð, at ein slík tvørfaklig venjing er fyriskipað í Føroyum. Við at eyðmerkja styrkir og veikleikar og við eini skipaðari ætlan fyri eftirmeting og læring, er venjingin við til at leggja lunnar undir víðari menning og styrking av føroysku tilbúgvingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing