Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leygardagin 21. mars hevði Einleikarafelag Føroya aðalfund

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.04.2026 - 16:00 Mentan Tíðindaskriv

Nevndin var afturvald og hevur skipað seg soleiðis:  Solveig Kaae Festirstein, skrivari, Agnar Lamhauge, kassameistari og Ólavur Jakobsen, forfólk.

 

 

 

Varafólk eru Ári Berghamar Danielsen og Hjalti Bogason Støylen.

 

Einleikarafelagið er felag fyri klassiskar yrkistónleikarar, ið eru virknir í Føroyum og uttanlands.

 

Evnini á aðalfundinum vóru júst samtykti lønarlistin (tariffin), arbeiðsumstøðurnar hjá tónleikarum, samansetta starvssetanir hjá tónleikarum/tónleikalærarum, og stóri tørvurin á konserthúsi í Tórshavn.

 

Klassiskur og nýskrivaður føroyskur tónleikur hevur seinastu árini ment seg sera nógv. Tónleikarar virka á atljóða stigi. Symfoniorkestrið og yrkisbólkurin Aldubáran eru dømi um hesa menning. Fyrisitingin í hesum bólkum er vorðin meiri skipað og støðug. Eisini eru fleiri konsertir, orkestrini eru vaksin í vavi, og tað er eingin ivi um, at spælið hevur ongantíð verið á so høgum stigi sum júst nú.

 

Síðani Norðurlandahúsið kom í 1983, hevur framgongdin verið støðug. Líknandi mentanarhús eru komin afturat: Varpið í Klaksvík, SALT á Drelnesi, Mentanarhúsið í Fuglafirði, Løkshøll í Runavík, og fleiri smærri konserhøli aðrastaðir við.

 

Hetta er at fegnast um.

 

Norðurlandahúsið, ið var álitið og fyrsti løgusteinurin hjá ungum tónleikarunum út í heim, hevur onnur endamál enn bert klassiska og akkustiska tónleikin.

Tað eru ikki bert Havnarfólk, ið vara av hesum vakra og ikoniska bygningi. Hann er ein norðurlendskur stovnur. Tað vil so vera.

 

Høvuðsstaður okkara átti at bygt eitt konserthøli til klassiskan og akkustiskan tónleik, so áhoyrafjøldin fekk bestu góðskuna, og okkara dugnaligi hópur av tónleikarum høvdu betri umstøður at spæla og útinna sítt dagliga virki í. Hetta hevði skjótt verið eitt stórt aktiv fyri býin, borgarar og gestir tess, ið leita sær mentanarligar upplivingar á vitjan teirra.

 

Eitt musikkhús bygt til endamálið. Og ikki sum eitt klípi í og gestur hjá øðrum  listargreinum og bygningum. Ein fær ikki meira fyri minni. Tað hevur søgan víst okkum.

 

Næsta ár verður Einleikarafelag Føroya 20 ár. Felagið varð stovnað í­ 2007 og gjørdist longu í­ 2008 fullgyldugur limur í Nordisk Solist Råd, ið er felagsskapur fyri norðurlendsku solistafeløgini.

 

Felagið er limur í LISA (Listafólkasamband Føroya), og er eisini eitt av stovnandi feløgunum í Tónleikasambandi Føroya, ið hevur sum endamáls at savna allan tónleikin undir einum sterkum felagsskapi. Felagið umboðar yrkistónleikin í ymsum nevndum og ráðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing