Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til politisku flokkarnar, ið tilevna samgonguskjal

SKRIVAÐ: Áhugabólkur Pensjónista  |  06.04.2026 - 06:46 Politikkur Tíðindaskriv

Nú politiskir flokkar eru í ferð við at tilevna samgonguskjal, vilja vit minna á nøkur almannamál/pensjónsmál, sum farna samgonga arbeiddi við.

 

 

Í samgonguskjalinum hjá fráfarna landsstýri stóð, at eftirløn skal veitast fyritíðarpensjónistum.  Áhugabólkur Pensjónista fer við hesum at heita á samgonguflokkarnar at syrgja fyri, at hetta lyfti kemur við í samgonguskjalið og verður hildið í komandi samgonguskeiði.

Seinasta árið hevur Áhugabólkur Pensjónista viðgjørt fleiri pensjónsmál/almannamál saman við løgtingslimum úr fleiri politiskum flokkum umframt við landsstýrismannin í almannamálum og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum.

Mál, ið partarnir hava viðgjørt, eru m.a. at

  • mótrokningin í fólkapensjónini má hækkast úr 69.100 kr. uppí 102.600 kr.
  • Mótrokningin í pensjónini eigur at verða stigvíst hækkandi, soleiðis at pensjónistar við lágari inntøku verða linari mótroknaðir enn høgtløntir pensjónistar
  • Pensjónirnar eru afturútsigldar og mugu hækkast heilt munandi
  • Fyritíðar- og fólkapensjónistar mugu fáa somu krónuupphædd í árligari pensjónshækkan sum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinu
  • Fátækraraktir fyritíðar- og fólkapensjónistar, eiga at fáa eina eykaviðbót afturat pensjónini. Pensjónistar í vælferðarsamfelagnum Føroyum eiga ikki at liva í fátækradømi.

Hesi mál og aðrir batar til frama fyri korini hjá pensjónistum eiga at verða fingin í rættlag í komandi samgonguskeiði.

 

Áhugabólkur Pensjónista

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing