Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áheitan frá áhugafelagnum Føroyingar fyri friði til nýggja landsstýri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.04.2026 - 07:48 Politikkur Tíðindaskriv

Raðfesti friðarhugsjónina við at skipa eitt friðaraðalráð ella friðarskrivstovu í nýggja landsstýrinum

 

Nú løgtingsvalið er av og samráðingar eru um nýggja samgongu, vil áhugafelagið Føroyingar fyri friði heita á politisku flokkarnar um at raðfesta friðarhugsjónina, tá landsstýrið verður skipað.

Vit í friðarrørsluni mæltu í fjør undanfarna landsstýrið til at skipa eitt friðaraðalráð ella eina friðarskrivstovu, sum altíð hevur diplomatisku friðarloysnina í fremstu røð í einhvørjari ósemju fólkanna- og landanna millum.

Eitt tílíkt friðaraðalráð ella friðarskrivstova, sum í trá við friðarhugsjónina virðir ymiskar mentanir, menniskjarættindi og javnstøðu og atknýtt virksemi við atliti at vápnaavdubbing, kann bygnaðarliga verða staðsett í uttanríkistænastuni.

Við støði í tí diplomatiska arbeiði, sum verður gjørt í dag, kann eitt friðaraðalráð ella friðarskrivstova menna ein føroyskan førleika í at byggja brýr millum fólkasløg og heimsins lond til tess at fyribyrgja kríggj og ósemjur landanna millum; og har kríggj er, kann ein føroysk friðarskrivstovu ítøkiliga vera við til at fáa frið í lag millum krígsførandi londini. 

Føroyar eru ikki enn ein statur, og hava ikki eina forsøgu við kríggi fyri at markera seg sum ein stat í altjóða samfelagnum. Men Føroyar hava alíkavæl í dag ein virknan leiklut altjóða bæði handilsliga og vinnuliga, ið er tengt at einari trygdarpolitiskari broyting. Harumframt ferðast føroyingar út í heim sum ongantíð áður.

SIPRI, altjóða friðargranskingarstovnurin í Stokkhólmi, upplýsti í mars mánaða, at handilin við vápnaútgerð millum lond er øktur munandi seinastu tíðina; í 5 ára tíðarskeiðinum frá 2021 til 2025 er hann hækkaður við umleið 9 prosentum í mun til tíðarskeiðið 2016-2020. Evropa er tað øki í heiminum, sum hevur framt størstu íløgurnar í vápn, ein trífalding. USA er framvegis heimsins størsti veitari av vápnaútgerð, og teirra útflutningur vaks við umleið 27 prosentum nevnda tíðarskeið. 

ST-aðalskrivarin og Pávin hava afturvendandi staðiliga heitt á leiðarar av heimsins stórveldum um at fáa frið í lag, har kríggj eru, tí menniskjaligu og búskaparligu avleiðingarnar av kríggjunum eru farin út um øll virðilig mørk.

Tí kann landsstýrið gera positivan mun við góðum fólkum í einum friðaraðalráði ella friðarskrivstovu, sum kann hava ein virknan leiklut á altjóða pallinum, at finna burðardyggar diplomatiskar friðarloysnir tvørtur um landamørk. Tilknýtt kann eisini verða stovnað ein

 

 

menniskjarættindaeind, onnur lond hava, og sum friðarrørslan eisini mælti undanfarna landsstýri til at skipa.

Við vón um vælvild viðvikjandi hesari áheitan frá føroysku friðarrørsluni.

 

Tórshavn, páskirnar 2026

 

 

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

 

 

Henrik Weihe Joensen, forfólk                                           Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk   

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur                   Petur Asano, nevndarlimur

Ólavur Weihe Joensen, skrivari

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing