Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingið verður sett mánadagin 13. apríl

SKRIVAÐ: logting.fo  |  08.04.2026 - 12:46 Politikkur Tíðindaskriv

Tá Løgtingið verður sett mánadagin 13. apríl kl.10.00, er tað elsti persónur á tingi, sum setir tingið. Tað merkir, at Jenis av Rana, sum er 73 ár, skal seta Løgtingið.

 

Tað er ásett í § 2 í Tingskipanini, at elsta fólk á tingi í aldri, aldursforfólkið, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á fimm av teimum valdu at kanna valbrøvini.

Tá hesi hava kannað valbrøvini, kanna tey í felag

  • útskriftirnar úr gerðabókini hjá løgtingsvalnevndini,
  • møguligar klagur um valið,
  • at tey valdu hava danskan ríkisborgaraskap og eru heimahoyrandi í Føroyum,
  • at tey valdu ikki eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan, og
  • um nakar valdur ikki lýkur treytirnar í § 4, stk.1, í Stýrisskipanarlógini, tí viðkomandi er revsaður fyri gerð, sum nevnd er í stk. 2 og 3 í somu grein,
  • Tilmæli um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum verða munnliga løgd fyri tingið.

Tingið tekur tá avgerð bæði um at góðkenna valbrøvini og valúrslitið. Atkvøðast kann fyri ella ímóti.

Tá valbrøvini eru góðkend, eru tey valdu formliga løgtingsfólk og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum Stýrisskipanarlógin veitir teimum.

Aldursforfólkið krevur síðani av hvørjum løgtingsfólki, at tey við trú og heiður skriva undir váttan, hvørji álitsstørv, sum nevnd eru í Stýrisskipanarlógini § 8, tey hava, og at tey játta at leggja hesi álitsstørv frá sær.

Aldursforfólkið lýsir síðani Løgtingið at vera sett.

Á sama fundi velur Løgtingið løgtingsformann og tríggjar næstformenn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing