Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórur áhugi fyri framtíðarætlanini BHS2035

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.04.2026 - 06:44 Tíðindaskriv

Nýggj framtíðarætlan hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy bleiv í gjárkvøldi løgd alment fram í Miðnámsskúlanum í Hovi.

 

Ætlanin, BHS2035, er grundarlagið fyri menningini av Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy (BHS) fram ímóti 2035.

Á leið 140 møttu til tiltakið, og áhugin fyri nýggju ætlanini var stórur.

Arni D. Brattaberg, limur í stýrinum fyri BHS, bjóðaði vælkomin, og síðan løgdu arbeiðsbólkurin og Heri Norðberg, stjóri fyri BHS, fram og greiddu frá arbeiðinum og innihaldinum í BHS2035.

Víst bleiv á, at endamálið við ætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum. At enda vórðu fleiri spurningar settir og svaraðir, og eisini komu fleiri viðmerkingar úr salinum.

Ætlanin inniheldur eina høvuðsvisión, virði, missión og sjey átaksøki við fjølbroyttum átøkum.

Visiónin fyri BHS2035 er henda:
Saman skapa okur eitt virkið og innihaldsríkt eldralív, har tryggleiki, umsorgan og trivnaður ganga hond í hond.

Ætlanin er gjørd við íkasti og ávirkan frá brúkarum, starvsfólkum, avvarðandi og øðrum áhugapørtum. 

Í arbeiðsbólkinum vóru: Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, Una Johanna Nolsøe, Elin Kristina S. Viðoy og Bára Krosslá Mortensen.

Framtíðarætlanin er tøk her.

Stytta útgávan er tøk her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing