Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Javnstøða skal vísast ikki lýsast

SKRIVAÐ: Demokratia  |  10.04.2026 - 08:20 Politikkur Tíðindaskriv

Í samgonguskjalinum skrivar nýggja samgongan: "Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.” Men longu í síni fyrstu avgerð, manningini av nýggjum landsstýri, er javnstøðan ikki havd í huga. Hóast allir flokkar hava væl skikkaðar kvinnur til landsstýrissessirnar er kynsbýtið tvær kvinnur og fimm menn*. Ella 29% kvinnur og 71% menn. Hetta er ein stór afturgongd í mun til verandi landsstýri, ið er 50/50. 

 

Demokratia fegnast um føgru orðini, men harmast um, at tey ikki verða víst í verki. 

Á einum løgtingsvali er trupult at ávirka atkvøðubýtið og á tann hátt tryggja javnstøðu í Løgtinginum. Men í valinum av landsstýri er tað als ikki torført, tað krevur einans politiskan vilja.

Tað er tí ein sera lítil troyst í, at kynsbýtið í Løgtinginum nokk verður eitt lítið sindur frægari enn á valinum, nú talið kann fara úr 10 til 13 kvinnur. 

* Umframt, at fleiri miðlar hava kunngjørt nøvnini á landsstýrisfólkunum, hava vit eisini fingið tey váttaði frá keldum í flokkunum. Tó hevur samgongan møguleika at broyta manningina, so javnstøða aftur valdar í landsins stjórn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing