Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlin á Trøðni 50 ár: Ein varði í føroysku skúlasøguni

SKRIVAÐ: Skúlastýrið  |  10.04.2026 - 09:57 Tíðindaskriv

Í dag, 10. apríl, heldur Skúlin á Trøðni 50 ára hátíðarhald. Síðani 1976 hevur skúlin á Frælsinum staðið sum ein varði í føroyska samfelagnum – eitt týðandi prógv um okkara vilja at vera eitt rúmligt samfelag, ið tekur sær av øllum børnum sínum.

 

Vígslan av skúlanum í 1976 var partur av størri tilgongdini at geva føroyskum børnum, ið bera brek eitt gott og hóskandi skúlatilboð í Føroyum. Føroya Spesialskúli hevði virkað frá 1962.

Í dag ganga umleið 70 næmingar á skúlanum við ymiskum avbjóðingum og diagnosum. Hóast tørvurin er fjølbroyttur, er fakliga dygdin í hásæti. Roynd starvsfólk tryggja, at hvør einstakur næmingur fær møguleika at mennast á sínum støði.

Seinastu árini er trýstið á skúlan vaksið alsamt. Fleiri børn hava tørv á tí serundirvísing, sum skúlin bjóðar, og tað hevur havt við sær, at skúlin í dag er vorðin ov trongur.

 

Karmar, ið skapa menning

Hóast námsfrøðiliga dygdin er góð, bera karmarnir brá av elli. Í arbeiðinum við børnum við serligum tørvi eru karmarnir eitt beinleiðis amboð, ið ger munin millum órógv og menning.

Játtanin til betri ljóðviðurskifti í vetur var eitt kærkomið fyrsta stig. Skal Skúlin á Trøðni framhaldandi vera eitt dygdargott undirvísingartilboð, krevst ein heildarumvæling og nútíðargerð av hølunum. Málið er, at bæði næmingar og starvsfólk fáa bestu arbeiðsumstøður.

 

Opið hús í dag

Í dag verður hátíðarhald á skúlanum við næmingunum. Seinnapartin frá kl. 15.00 til 17.00 hevur skúlin opið hús, har fyrrverandi næmingar, starvsfólk og vinir eru hjartaliga vælkomin á gátt til drekkamunn og prát um skúlans søgu og framtíð.

 

Skúlastýrið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing