Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tign aftur á ting

Jóannes Guttesen

Heitt hevur verið á meg um at stilla upp fyri Tjóðveldi og hesum havi eg játtað.

Tey flestu vilja liva fræls í einum frælsum samfelag. At kenna kensluna av, at liva og lyfta í felag í einum rúmligum samfelag og einum væl virkandi fólkaræði. Vit hava eitt ríkt tilfeingið á landi í sjógvi, undir Føroyum og loftrúmið telur eisini við. Vit eiga vit at megna, at hava ein sjálvberandi búskap har blokkurin er týdningarleysur. Vit eiga, í fyrsta umfari, at tryggja búskapin við einum búskapargrunni og soleiðis venja okkum spakuliga við sjálvbjargni. Samstundis eiga vit at skipa landshúsarhaldið soleiðis, at inntøkur og útreiðslur javnviga eins og í øllum øðrum húsarhaldum. Hetta megna vit, um øll orka verður løgd í og um vit, tvørtur um politisk áhugamál, vilja lyfta í felag. Tað snýr seg bara um vilja.

Í Tjóðveldi ætli eg mær at koma við mínum íkasti til politiskar ætlanir og at stuðla tjóðveldishugsjónini og stevnumiðum floksins. Nú, komandi árini og eisini í tí tunga takinum, sum vit, fyrr ella seinni, mugu taka.

Vit eiga at fáa tign aftur á ting. Rumbul og politiskur ófriður hevur valdað ov leingi. Róp og skrál av tingsins røðarapalli, misálitisuppskot, lygnir og eingin ábyrgd og einki rættvísi hómast í leiðslu landsins. Tjóðveldi fer at endurreisa álitisvekjandi politikkin og so sleppur ørvitispolitikkurin at hvíla seg.

Orku- og umhvørvismál hava náttúrliga ein týdning í valstríðnum. Somuleiðis mentan og list, gransking, útbúgving. Vit eiga at menna heilsuverkið soleiðis, at sjúklingurin verður settur í miðdepilin – somuleiðis mugu karmarnir og arbeiðsumhvørvið kring sjúklingin mennast mest møguligt. Vit eiga framhaldandi, at byggja góðar karmar kring ítróttin og geva okkara stuðul til øll tey, ið ólønt bera samfelagnum uppi fyri okkara ungdóm – ikki bara í ítrótti, men í øllum frítíðarvirksemi.

Fróðskaparsetur Føroya og til dømis Vinnuháskúlin skulu mennast, so at okkara ung verða heima, sum longst. Hendan menning skal halda fram við tilboði um bíligar lestraríbúðir og so kunnu vit heldur draga útlendingar til Føroya at útbúgva seg og leggja pening eftir sær.

Hetta var eitt sindur úr rúgvuni. Tí játti eg, at stilla upp fyri Tjóðveldi.

Tú situr við atkvøðuni. Tú hevur nú møguleikan at velja soleiðis, at tign kemur aftur á ting. At tingfólk sleppa at tingast um lógarsmíð við virðing fyri fólkaræðinum.

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

Harleyfacadeacryl