Vera Larsen, sum av fyrstan tíð fekk hugskotið um at skipa fyri móttøku tá Marjun Kalsø kom aftur eftir at hava leikt landsdyst nr. 100, sigur at býráðið sýndi sera stóra vælvild og skipaði fyri tignarligari móttøku.
Hóast skoðbráðið var stutt, so vóru tey sera mong, ið møttu upp í býráðshøllini í kvøld, tá okkara luttakarar í EM-undankappingini í flogbólti komu aftur til landa. Hóast úrslitið hjá landsliðnum ikki var tað vit høvdu vænta, so var henda millumlandakapping ein váttan um, at kvinnuflogbóltur í Klaksvík og Norðoyggjum stendur seg væl.
Vera Larsen sigur, at hon var ovfarin av góðu móttøku, sum hugskot hennara fekk, bæði í býráðnum og frá Hornorkestrinum. Øll vóru til dystin fús og tað eydnaðist eftir stuttari løtu at fáa sett eina stóra móttøku upp á beinini.
Vit í Mjølnir eru sera stolt av leikarum okkara, ið hava verið við í EM kappingini og sjálvandi vóna vit at Marjun fer at geva Mjølni eina hond í mong ár framyvir, hon hevur verið ótrúlig tá ið um aktivan flogbólt ræður og ikki minst í felagsarbeiðinum.




