Dagurin ídag Jólaaftan hevur verið serstakliga hugnaligur higartil og her ein heilsan frá okkum heima til tykkum, sum eru burtur.
Gleðilig jól og takk fyri farna árið. Ímorgun vóru vit ein túr við myndatólinum og kundu ikki lata vera við at leggja eina mynd út av jólatrænum á nýggja plássinum í Vági. Veðrið er av tí fagrasta ein kann ynskja sær hesa ársinstíð og samstundis leitar hugur okkara sjálvandi til tykkum, sum ikki unnast at vera heima.
Vit her hava tað gott og vóna tað sama fyri tykkum.
Bert ein heilsan frá okkum á Norðlýsinum.
John William og Oliver.




