Arsenal spílar seg út og hevur nú eftir øllum at døma keypt ein leikara frá Porto.
Juan Fernando Quintero er úr Columbia og kann spæla sum álopskendur miðvallaleikari ella álopsleikari. Hann er 21 ára gamal og seinasta kappingarár spældi hann 22 dystir og skoraði 4 mál fyri Porto. Prísurin sigst liggja um 15 milliónir pund, sambært fleiri enskum miðlum. Quintero var partur av landsliðshópinum hjá Columbia í summar, sum stóð seg væl í HM endaspælinum.
Frammanundan hevur Arsenal keypt Alexis Sanchez, Calum Chambers, Mathieu Debuchy og David Ospina. Sostatt sær hetta út til at blíva eitt summar, har Arsenal brúkar meir pengar enn teir hava gjørt í fleiri ár.
Dagført 1. august: Nú avsannar Arsene Wenger, at Arsenal hevur áhuga í Quintero.




