Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til Berlin at svimja

Oliver Joensen

24.-28 mai fara svimjarar við breki at royna seg í International German Svimming Championships.

24. – 28. mai verður ein av størstu kappingunum í svimjing fyri brekað. Hendan eitur International German Swimming Championships og verður hildin í Berlin í Týsklandi.

Kappingin er tað týska meistaraskapið, men við altjóða luttøku. Svimjarar við breki koma nevniliga úr øllum heiminum til Týsklands at kappast ímóti øðrum javnlíkum. Heimsins bestu svimjarar við breki eru eisini við.

Føroyar eru eisini við í hesi stóru kapping. Okkara svimjarar eru: Heidi Andreasen, Ragnvaldur Jensen, Apolonia Justesen, Osvald Hansen og Dann Akursmørk. Tilsamans eru tey við í 26 kappingum.

Spennandi verður at síggja, hvussu okkara svimjarar fara at standa seg, og vit vóna góð úrslit. Svimjararnir venja í løtuni nógv, og hava teir eisini tikið seg nógv fram síðani seinastu kapping, sum var Danish Open í Esbjerg 9.-11. mars, tá tey komu heim við 6 gull-, 4 silvur- og 5 bronsuheiðursmerkjum.

Úrslitini verða at síggja á www.idm-schwimmen.de

Harleywoodpaint