Nú lítli og hugnaligi býur okkara so smátt er farin at lata seg í várligan búna, so lætna sinni, vetrarhamurin verður lagdur og fyritaksemi tekur av álvara við.
Torradagarnir eru farnir aftur við borðinum við mongum góðum og øðrvísi tiltøkum. Klaksvíkskappingin spældi væl av, og kommunan hevur sett sjøtul á hundrað ára føðingardagin við tí framúrskarandi sjónleikinum Sjóvevur.
Jú, tað er gott at búgva í Klaksvík. Sjarman tykist upp aftur størri, av tí at í lítla býi okkara húsast og virkar landsins einasta bryggjarí, ið umheimurin ferð eftir ferð hevur sýnt áhuga fyri sítt framúr góða bryggj. Føroya Bjór fyllir 120 ár í ár.
Hetta tíðarskeið hevur áhaldandi verið bryggjað til allar føroyingar. Og nú ølið av álvara er farið at gerast kappingarneyti hjá víninum á teimum kræsnu borðunum í Evropa, so er tað ógvuliga stuttligt at síggja, at Føroya Bjór megnar at blanda seg upp í og brýtur upp um armar.
Herfyri varð nýggja ølin Sct. Brigid Ale latin gánum runt um landið, og hepnaðist tað okkum at fáa hendur á einum dropa til eina góða vikuskiftismáltíð.
Ølið er kallað upp eftir írska halgimenninum Sct. Brigid, sum livdi frá 453 til 523, og er kend fyri síni mongu undur og serliga fyri at gera vatn til øl. Hetta er sum skilst fyrsta av fýra nýggjum ølsløgum, Føroya Bjór bryggjar í sambandi við føðingardagin í ár.
Øl er gamal drykkur í Føroyum. Longu í Seyðabrævinum frá 1298 stendur øl nevnt. Bøndur skulu hava fyri vetrarsetu frá monnum, sum hava tilhald í 12 mánaðir, trý hundrað alin í vaðmali, sum ikki hava øl og tó mat slíkan sum bóndin.
Menn tann skal lata fimm hundrað, sum hvønn dag hevur øl, ella mungát, sum øl eitur á hesum staðnum í Seyðabrævinum. Mungát varð nýtt um norskt ella heimabryggjað øl og varð í gomlum norskum máli mótsett orðinum bjór, ið mest varð nýtt um útlendskt øl. So øl er og hevur ikki verið ókent um okkara leiðir.
Jón Indiafari, íslendskur ævintýrari, sum vitjaði í Føroyum einaferð á sumri 1616, skrivaði í endurminningum, at hann var í Lamba og inni hjá Mikkjali í Lamba.
Teir vóru gestir har í einar tvær nætur, og tey borðreiddu við alskyns mati og drekka. Og tað var ikki hissini, hesi bóndafólk høvdu at bjóða. Millum annað trý sløg av mjøði, mong sløg av víni, hamborgarøl, lýbiskt øl, rostockarøl, tróndheimsøl, tvey sløg av keypmannahavnarøli, trý sløg av enskum øli, strong beer – og skipsøl.
Jú, vit mugu bara undrast. Nú er ilt at siga, um hetta var serligt fyri Mikkjal í Lamba, hann var jú ein av ríkastu monnum í Føroyum tá, ella tað lá til lambaslagið at verða øldrekkara; men gott var tað hjá Jón Indiafara.
Tað tekst ikki burtur, at nýggja ølin frá Føroya Bjór er avbera góð! Og ikki verri var, at vit høvdu hana afturvið einum havtaskuhala (fingin eina staðni í millum Suðuroyarbanka og Sandoyarbanka við Dýrindal).
Heitið á ølini, Sct. Brigid Ale, er sera hóskandi til eina so milda og mjúka øl. Hon smakkar av mjúkum malti og kvinnukryddi. Um hetta er nýggja kvinnuliga bryggjaranum á Føroya Bjór eina fyri at takka, ber bert til at gita um.
Men tað er stuttligt, um hon longu hevur sett síni femininu fingramerki á framleiðsluna. Hóast ølin ber í kvinnuliga borðið, so má maðurin ikki frásiga sær hesa øl, men heldur royna hana saman við makanum. So til tess at nærkast konuni og njóta hana betur, so áttu flestir menn at keypt Sct. Brigid Ale til páskaborðið.
Tí konufólk fara heilt vist at leggja undir seg. Og minnist til: tað er avmarkað nøgd.
Til lukku Føroya Bjór
– gott er at hava gott í vón
Óluva Klettskarð & Andras Sólstein




