Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til býráðið og hýruvognsnevndina!

Taxa v/Øssur Poulsen

Tá eg las hesa greinina í Norðlýsinum, helt eg tað vera eina røvarasøgu, sum tit fortaldu fyr børnunum. Onkur skal hava skuldina fyri drekkaríið.

Til Klaksvíkar Kommunu

og hýrivognsnevndina

Til tykkum í hýruvognsnevndini, takk fyri, at tit ikki bjóðaðu okkum við á fund.

Tá eg las hesa greinina í Norðlýsinum, helt eg tað vera eina røvarasøgu, sum tit fortaldu fyr børnunum. Onkur skal hava skuldina fyri drekkaríið.

Tit tríggir moskuterarnir skulu fáa skil á hesum, tit hava funnið rótina til alt tað ónda við rúsdrekka. Tað eru taxasjaførarnir, sum fáa alla skuldina.

Teir skulu missa loyvið og kommunan skal yvirtaka tað. so kann Rúsan tað sama lukka.

Nei, tit hava fingið okkurt skeivt í hálsin. tit eru ikki valdir inn í kommununa fyri at reka nakra vinnu, men til at gera góðar karmar fyri vinnuna.

Fyrr var ein støð við 8 bilum. Tá gingu vit vakt og kundarnir kundu altíð fáa ein bil. Men so tók kommunan ræði av okkum, og gjørdi splid í alt. Nú eru vit fýra, sum royna at liva av tí, men tað gongur illa. Nú eru 10 støðir, ið koyra akkurat sum best ber til.

Taxavinnan verður nú brúkt til hobby og frítiðarkoyring, tað er kommununi fyri at takka.

Haldi tykkum burtur frá vinnuni.

Heilsan

Taxa v/Øssur Poulsen