Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til fólkatingsvalið – og annars øll onnur val:

John William Joensen

Familjan fyrst: Kolossebrævið 3, 12-21
“…bústað rættvísra signar Harrin.” – Orðatøkini 3,33

Tað, sum á jørð er mest átøkt Himli, er heimið, har húsbóndi og húsfrúgv, foreldur og børn liva saman í kærleika og friði, Harranum og sæl sjálvum at gagni. Tað, sum er mest átøkt Helviti á jørð er eitt gudleyst heim, skatt av synd og misgerð, har foreldur klandrast og keglast og børnini verða slept Djevlinum og vald óndskaparins.
Í vísdómi Guds er familjan minsta fullkomna samfelagseind á jørð. Sum familjuni, so gongst tjóðini og mentanini og heiminum.
Ongin tjóð hevur nakrantíð hevjað seg hægri siðaliga, mentunarliga ella andaliga enn familjurnar, á hvørjum herðum hon hvíldi. Øll stremban eftir at betra siðalag og andaligan standard í heiminum, allur bardagi móti misbrotum, vantrúgv og harðskapi má byrja við hús og hjá familjuni.
At rætta brekini nakra aðrastaðni, “lægri niðri í røðini”, verður bara pjøssarí; tað fær kanska darva spilluni, men aldri grøtt til fulnar.
Fyrrenn heimini í okkara tjóð, og tað merkir fyrst av øllum foreldrini í tjóðini, venda sær í trúgv til Harran Jesus Kristus, gongur land okkara til grundar siðaliga og andaliga.
Men: “Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð…” (Sálm. 33,12 og 144,15).

prp

Harleywoodpaint