Klaksvíkingar fara at gera vart við seg á Fish Fare í komandi viku. Til endamálið er evnaður til ein 7-8 metrar høgur viti.
Fiskivinnustevnur hava altíð havt áhuga í Norðoyggjum og spurningurin er hví ein slík ikki er fyriskipað í størsta fiskibýi í Føroyum.
Hinvegin hava norðoyingar fyrireika seg væl til fiskivinnustevnuna hesafer. Grafia hevur skotið út í kortið ein vita, sum Árni Skaale á Looknorth hevur evnað til. Vitin er um 7-8 metrar høgur og hann fer heilt vist at markerað "klaksvíkingar í Havn".
Rani Nolsø er samskipari í Norðoyggjum og fyritøkurnar, sum eru við, eru: KBI, Looknorth, Norðfra, Com-Data , Norðlýsið og Klaksvíkar Kommuna.




