Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til Johan Dahl og Hermann Oskarsson,

John William Joensen

Eg havi persónliga ikki nakað at siga um tann leistin, sum løgtingið samtykti at selja Føroya Banka eftir.

Eg skal ikki vísa aftur, at uppskotið hjá Hermann Oskarsson, sum eg haldi kom eitt ár ov seint,  vildi givið meira í landskassan. Hinvegin var ein breið politisk semja um leistin. Semjan, vardi øll politisk áhugamál. Hon gav so sanniliga rúm fyri at einskiljingin kundi verði væleydnað, og virka mennandi í einskiljings- og partabrævafatanini millum føroyingar.

Var álitið, sum tingið gav Fíggjargrunninum og nevnd bankans innfríða, so ivist eg ikki í, at sølan av Føroya Banka vildi verði ein sólskinssøga, og ein góð byrjan til framhaldandi einskiljingar.

Eg haldi meg hava fullan rætt til at finnast at handfaringini uttan at hetta skal bólkast sum hyklarí.
Eg varði, sum ein av tingmonnunum, av einskiljingaravtaluna um Føroya Banka.
Eg skilji tí ikki rættuliga Johan Dahl og Hermann Oskarsson og partvíst Torbjørn Jacobsen øðrvísi enn, at teir eru nøgdir við tað, sum fari er fram. Tað eri eg ikki – so er tað sagt – enn einaferð.

Poul Michelsen

Harleywoodpaint