Sunnukvøldið 28. august fekk eg deyðsboðini av trímenningi mínum Berthu. Hon sovnaði stillisliga burtur á røktarheiminum, har hon hevði búð hesa seinastu tíðina. Hon var 88 ár, nú hon slóknaði.
Sum eg var góð við Berthu!
Eingin kundi sum hon siga frá øllum møguligum.
Burtur eru nú allar søgurnar: um at vaksa upp í Uppsølum í 30’unum og missa pápa sín á ungum aldri; um hvussu har var undir krígnum, tá ið húsini vórðu brúkt sum tilhald hjá øllum teimum, sum ikki tordu av vera við hús av ótta fyri flogálopi; um ungdómsárini, tá ið hon plagdi at fara í dans og ikki tordi at ganga seinasta teinin til hús, tí tað var so myrkt og ongin hús. Tí plagdi hon at fara undir skjøldurin á Hædd at dunka, og so kom onkur av Hæddabeiggjunum at fylgja henni niðan. Tað er jú ikki meira enn eitt hanagleiv. Um tá ið hon arbeiddi hjá Fíu og Eliesar í bókhandlinum, og hvussu stuttligt tað var, tá vara kom niðrifrá og Fía, Marianna og hon pakkaðu upp; um árini úti í Klaksvík í handlinum hjá Jens Klæminti og øll tey fólkini, sum hon var saman við har. Ein stuttlig søga var um, tá ið hon hjálpti við at servera fyri øllum vinnulívsmonnunum í Klaksvík, sum vóru til døgurða hjá Fíu í bókhandlinum – og alt varð fortalt við Berthusa eyðkenda stíli, livandi andliti og ljósa látri. Hon var so lívlig og stuttlig. Og hon fortaldi um “Husassistenternes fagskole” í Keypmannahavn og alt tað, hon upplivdi har. Síðan møtti hon Richardi og flutti við honum til hansara heimbý Horsens og skapti sær heim har.
Eg havi ofta vitjað tey – bæði meðan tey búðu í íbúð niðri í býnum, men serliga eftir at tey keyptu sær húsini á Rådmandsvej, sum gjørdist karmur um eitt sera hugnaligt heim, ja, har var danskur hugni av tí allarbesta. Í gongini hekk eitt skelti og har stóð:
“Her i huset kan vi le,
vi kan også kives,
lige meget, alt kan ske,
bare godt vi trives”.
Og tað gjørdu vit øll, sum komu inn hagar. Bertha og Richard høvdu ans fyri tí, sum var vakurt og høvdu vøkur ting uttanum seg, gløs, sum tey høvdu keypt á ferð í Venezia, minnir úr Føroyum og list. Tey høvdu stóran áhuga fyri list og fylgdu væl við. Ja, tey málaðu eisini sjálvi, bæði tvey. Tað lá eisini væl fyri hjá Berthu at yrkja til veitslur og serlig høvi. Í krókinum í stovuni við tí stuttligu lampuni, kundu vit tosa um alt, har varð tosað um mangt og hvat og eg fekk høvi at knýta ættarbondini av nýggjum til teirra børn, javnaldurin Karsten, sála, sum eg á sinni lá i grulvigarði við, og døturnar Ninnu og Lone.
Bertha var ógvuliga góð við síni, fyrst og fremst beiggja sín Sámal og hansara familju, men hon gloymdi ikki familjuna í Funningi, tey á Reyðhúsi og øll í Uppsølum, bæði skyldfólk og vinfólk.
Tað var ein uppliving at fara í býin við henni í Horsens. Hon var ógvuliga snøgg og væl klødd altíð og fór ikki út, fyrr enn hon hevði pyntað seg, oyraklips í oyruni og smúkkur, og so fóru vit við bussinum oman í býin. Tað føldist, sum kendi hon øll. Bæði hon og Richard komu nógv út til ymisk tiltøk í felagslívinum í Horsens, til ferniseringar á Listasøvnum, til samkomur í “Historisk forening” og øðrum feløgum, til fundir í fakfeløgum og tey tosaðu við øll. Hon hevði eisini arbeitt á røktarheimi og í kantinuni í Føtex, har so mong komu og fóru. Bertha og Richard vóru so “við uppá tað”, sum vit plagdu at siga fyrr. Eg minnist einaferð, vit vóru á íðnaðarsavninum saman og tuskaðu runt og royndu alt tað, sum var at royna har. Ein heilt ógloymandi dagur.
Tá ið Bertha fyri nøkrum árum síðan misti Richard, seldi hon uttan himpr húsini og fekk sær eina pensionistaíbúð niðri í býnum. Hon fall ikki í fátt, men ætlaði ordiliga at njóta tað í nýggjum umhvørvi, men soleiðis kom ikki at vera. Hon fekk ikki langa tíð har, fyrr enn hon mátti flyta á røktarheim fyri minnisveik. Har var ljóst og vakurt uttan um hana og børnini vóru røsk at hyggja til hana. Men tá ið eg vitjaði hana seinast, var hon einans ein skuggi av sær sjálvari. Kortini kendi hon meg. Hon hugdi leingi og tortrúgvin upp á meg, spurdi fleiri ferðir, hvør eg var, men so knappliga klárnaði tað í andlitinum, ljós kom í eyguni og eyðkenda smílið kom fram “ja, men tað er jú Nicolina!” Eg græt, tá eg kom út frá henni eins og eg gráti nú, men eg unni henni hvíldina. Góðasta Bertha! Tað er tó ein uggi í tí, at hon fer at hvíla á vakrasta kirkjugarði, ið eg havi sæð. Hon valdi sjálv gravsteinin til Richard og fekk ein listamann at høgga hann fyri seg.
Hvíl í friði og takk fyri góð minnir.
Nicolina
Myndina av Berthu og beiggja hennara Sámali, sum var gubbi mín, tók versonur hennara Jens Sørensen.




