Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til minnis um lítla Mika

John William Joensen

føddur 24. juni – deyður 13. des. 2014. Gud okkara Hann er í Himli. Hann ger alt tað, ið Hann vil. (Sálmur 115,3)

føddur 24. juni – deyður 13. des. 2014

Gud okkara Hann er í Himli.

Hann ger alt tað, ið Hann vil. (Sálmur 115,3)


So undurfult virkaður varð eg hjá Tær,

sum fostur tú longu meg kendi,

og dagatal mítt, tað var uppskrivað har.

Tú visti alt, áðrenn tað hendi.


Í eygum hins alvalda eitt túsund ár,

tey svinna, sum var tað ein dagur,

og dagur sum fór, sum svann burtur í gjár,

sum túsund – tað skilir ei maður.


Hvørt menniskjalív hevur virði, og Hann

við ævigum eygum tað skoðar –

frá fostri til tann, sum til ellisár vann,

tá sólin í vestri hon roðar.


Ein lívsleið er stokkut – sjálvt tá hon er long,

tað tykjast kann okkum so løgið.

Um lívið er stutt, ella ár eru mong,

so er tað bert fáfongd og møði.


Títt lív var so stutt, halda vit – men Gud sær

og roknar, sum Hann bert kann gera,

og kanska – ja – hevði Hann brúk fyri tær,

tí tók Hann teg hjá Sær at vera?


Og tá tú vart borin um deyðskuggans dal,

Guds einglar so friðfult teg bóru,

tú óttaðist onki, teir leiddu teg væl,

øll eymkan og møði burt fóru.


Guds veg vit ei fata, ei heldur Hans ráð,

Hans almátt til fulnar ei skilja.

Og skiltu vit alt – hvør ein Gud var hann tá,

sum bert framdi okkara vilja?


Sum himmalin høgt yvir jørðini er,

Guds leiðir og hugsanir fara,

tí Hann er í Himli – og vit eru her.

Vit eymjúk tað eiga at læra.


Abbi


Gud er skjól og styrki okkara,

hjálp í neyðini, til fulnar royndur. (Sálmur 46,1)