Enn einaferð fer Suðuroyar-streymoyar Útróðrarfelag, at heita á stýrið, um at broyta inntøkumarkið.
– 28. jan 2013 16:10
Til stýrið fyri Trygdargrunnin Tórshavn 26.01.2013
Enn einaferð fer Suðuroyarstreymoyar Útróðrarfelag, at heita á stýrið, um at broyta inntøkumarkið.
Vit vita líka so væl sum tit, at við lóg skullu vit gjalda inn í grunnin, men so vita vit eisini ,at bólkur 5 at kalla onki fær útaftur, tá mest er brúk fyri tí. Tá er tað bert stýrið sum hevur ábyrgdina. Eisini sær út til, at vit hava ein beiskan fígginda í stýrinum, sum er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna. Eitt felag sum í veruleikanum ikki er til, men situr við einum formanni sum av øllum alvi mótarbeiðir bólki 5. Tað vil siga, at vit ongan hava at umboða henda bólk í stýrinum.
Allir bólkar í skipani fáa útgoldið tá hýran fer niður, uttan útróðrarmaðurin í bólki 5, hann fær onki tá hann mest hevur brúk fyri tí.
At vit so at kalla onki fáa úr tí grunni sum vit allir gjalda inn í, og eiga okkara part av, tí stýrið als ongan áhuga hevur havt í at ganga okkum á møti. Tað vísir seg nú at fáa avleiðingar; stýrið heldur hamarin í hondini, sum smíðar seinasta seymin í kistuna hjá heimaútróðrinum.
Á útróðrarplássum kring landið, síggja vit tómar egningarskúrar við turrum gólvi. Mennirni flýggja til útlondini fyri at kunna breyðføða seg. Ein syndarlig støða.
At enda heita vit, einaferð enn, á stýrið um at lækka inntøkumarkið niður á 100.000 kr um hálvárið, ella longur niður, fyri at bólkur 5 kann koma innaftur í skipanina. Sjálvandi hava vit sæð at tað eru pengar í trygdargrunninum.
Hetta skriv verður eisini sent fjølmiðlinum.
Vónandi viðgera tit hetta skjótt.
Nevndin fyri Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
Mortan Johannesen, formaður




