Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilboð uppá 30 leigubústaðir latin upp

Davur Winther

Bústaðir hevði skipað fyri licitatión í býráðshøllini í Klaksvík í dag. Hetta í sambandi við, at Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava gjørt avtalu um at 30 leigubústaðir skulu byggjast kring nýggja Biskupstorgið í miðbýnum.

Bústaðir hevði skipað fyri licitatión í býráðshøllini í Klaksvík í dag. Hetta í sambandi við, at Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava gjørt avtalu um at 30 leigubústaðir skulu byggjast kring nýggja Biskupstorgið í miðbýnum.

Verkætlanin er evnað til saman við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti. So sum tilboðini nú ljóða, er eisini ein fullur kjallari undir, sum ikki var við í mun til upprunaligu tekningarnar. Stovuhæddin verður nýtt til lætta vinnu s.s. handlar, kafé- og matstovu.

Tvey tilboð innkomin

Tó at heitt varð á sjey fyritøkur um at bjóða, komu einans tvey tilboð inn.

Kanjon og MTHøjgaard bjóðaðu og vóru boðini kr. 78.818.173,- hjá Kanjon – og hjá MTHøjgaard kr. 97.507.312,- Eisini kom eitt alternativt boð frá teimum um at nýta betonelementir, heldur enn at stoypa á staðnum á kr. 95.648.000,-. Allir kostnaðir uttan MVG.

Hetta merkir, at kostnaðurin hjá Kanjon verður kr. 16.200,- pr. m2og hjá MTHøjgaard kr. 20.000,- pr. m2– bruttokortnaðir.

Metingin hjá ráðgevingunum lá 10 mill undir tilboðnum hjá Kanjon.

Tilboðini verða nú kannað nærri, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við tann, sum fær arbeiðið –Eisini er ætlanin at skipa verkætlanina sum eitt partalag. Ætlanin er, at tíðarætlanin, sum upprunaliga segði, at byggingin skal standa liðug seint í 2015, skal halda.