Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilboðið frá Damanaki er vitleyst

John William Joensen

Er tað rætt sum frættist úr Føroyum at Damanaki hevur givið tilsøgn um at Føroyingar kunnu fáa 11 til 12 prosent av makrelkvotuni komandi ár og harafturat geva føroyskum skipum atgongd til ES sjógv, so nærkast vit nøkrum sum vinnan í ES metir verða vitleyst, sigur danska umboðið í felagsskapinum fyri pelagisku vinnuna í Norðuratlantshavinum, Esben Sverdrup-Jensen, við Norðlýsið

– Vit hava frætt tíðindini úr Føroyum og fara at í vikuni at fáa staðfest hvat er farið fram í Føroyum tá ES fiskivinnuráðið møtist í Bruxelles í komandi viku.

– Vinnan í ES hevur mælt til at ein øking í kvotuni hjá Føroyum og Íslandi bert skal kunna fiskast í Føroyskum og Íslendskum sjógvi, tí hetta er fult í tráð við tann leist sum Føroyingar hava brúkt í hesum málinum.

Tað kann ikki koma uppá tal at føroyingar og íslendingar fáa atgongd til at fiska í ES sjógvi, samstundis sum man økir kvoturnar hjá hesum londum, sigur Esben Sverdrup-Jensen, við Norðlýsið