Arbeiðstakarar lótu í dag Klaksvíkar Kommunu tilboð síni uppá nútímansgerð av Skúlanum við Ósánna.
Eftir ætlan skal skúlin útbyggjast komandi tvey árini til tvífalda vídd. Umframt útbyggingina fevna ætlanirnar um umfatandi umvælingar og dagføringar av verandi bygningum frá ávikavist 1972 og 1979.
Arbeiðið er ein liður í at dagføra og nútímansgera skúlabygningarnar í býnum og útvega nóg mikið av plássi til at nøkta vaksandi tørvin fyri skúlaplássum í Klaksvíkar Kommunu.
Ein projekteringsbólkur, við Fuglø Arkitektum sum høvuðsráðgeva, hevur ráðgivið Kommununi um, hvussu byggjast skal í samsvari við ynskjum kommununnar. Afturat sær hava Fuglø Arkitektar havt verkfrøðingar til teknisku fakgreinarnar – RGS og LBF viðv. konstruktiónum, Martin E. Leo viðv. HVS og KJ Elráð viðv. el-tekniskum innleggingum.
Tað er miðandi móti hesum, at arbeiðstakarar við tilboðum sínum bjóða seg fram at loysa tær fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru eru fortreyt fyri hesum.
Og í dag vórðu so innkomnu boðini latin upp í býráðssalinum hjá Klaksvíkar Kommunu (sí hjáløgdu fílu)
Síðani verða innkomnu boðini tikin upp til viðgerðar í umsitingini og býráðsnevndum.
Næsta stigið er so, at teir arbeiðstakarar, ið kommunan velur at gera sáttmála við, umseta projekttilfarið – tekningar, frágreiðingar v.m til veruleika.
Sí tilboðini við at trýsta her:
http://www.klaksvik.fo/Data/Register/B6156215-F54E-43C5-B30C-633BEF161571/911F7366-941D-4A83-A53F-1923BB6EFB56/EF106DAD-F70D-4742-8E09-E057C5993DA7.doc




