Í morgin, hósdagin kl. 14.30 verða tilboðini, sum inn eru komin uppá tunnilsgerðina um Lorvíksfjørð latin upp.
Tað er harmiligt, men tað er støðan. Tilboðini verða latin upp í Havn á Hotel Hafnia. Sjálvandi átti hetta at verið gjørt nærri arbeiðisplássinum.
Men, vit fáa so í hvussu so er ímorgin at vita, hvør hevur lægsta boð uppá tunnilsgerðina um Lorvíksfjørð. P/F Norðoyatunnilin er eitt partafelag, ið skal virka á økinum um Lorvíksfjørð, tí eiga okkara politikarar nú at heita á partafelagið at vera so nær virkisøkinum sum gjørligt.




