Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilfeingisgjaldi rakar beinleiðis lønarposan hjá sjómonnum

John William Joensen

Við at áseta tilfeingisgjald hevur løgtingið í veruleikanum valt at brannskatta ein ávísan samfelagsbólk og úrslitið er at sjómenn sum eru umborð á uppisjóvarskipunum rinda 60% av lønini til tað almenna.

Við at áseta tilfeingisgjald hevur løgtingið í veruleikanum valt at brandskatta ein ávísan samfelagsbólk og úrslitið er at sjómenn sum eru umborð á uppisjóvarskipunum rinda 60% av lønini til tað almenna.

Ein lækni sum tjenar eina mió. kr. um árið fær meira enn 550.000 kr. útgoldnar meðan ein sjómaður sum er so heppin at koma uppá milliónina rindar 600.000 kr. í skatti og tilfeingisgjaldi til tað almenna, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

At búskaparráði sigur at miðal lønin hjá manningini á uppisjóvarflotanum er 1,5 mió. kr. um árið er fullkomuliga burtur við og vísir hvussu man roynir við vilja at skapa øsing. Tilfeingis gjaldi er í veruleikanum ein brannskatting av fiski og veiðumonnum.

Eg kann bara enn einaferð undirstrika at eingin dekkari umborð á føroysku uppisjóarskipunum tjenar nær námint tað sum búskaparráði sigur í búskaparfrágreiðingini.