Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilfeingisrentan: Lønin umborð á nótaskipum, verksmiðju trolarunum, trolarum, rækjuskipum og garnaskipum skal niður

John William Joensen

Verksmiðjutrolarar fiska fyri tað mesta í Barentshavinum. Har er tann størsta kvotan av toski, og minni av hýsu. Hesar kvotur í Barentshavinum eru umbýttar við svartkjaft og makrel, sum vit lata russum at fiska í føroyskum sjógvi. Grundarlagið undir hesum bólkinum er tí eisini uppisjóvartilfeingið í føroyskum sjógvi. Tal av skipum í hesi vinnu er minkað seinastu árini og eru í dag bert 3 skip í vinnu í hesum bólkinum (2012) skrivar búskaparráðið

Talan er um 88 ársverk sum tjena í miðal 1,296 mió. kr. p. Høvd og metir Búskaparráðið at hesir lønir eru ónátúrligar og eiga at vera 400.000 kr. um árið og harvið kunnu manningarnar tí gjalda 79 mió. kr. í tilfeingisrentu av lønarposanum.

Búskaparráðið sigur at veruliga lønin hjá línuskipum er einans 387.000 kr pr hødd og tí er ikki pláss fyri tilfeingisrentu. (negativ)

Trolaramanningar tjena 680.000 kr om árið og roknitykki sum ráðið skjýtur upp vísir at lønin ístaðin skal 400.000 kr. pr. hødd og harvið rinda manningar 72 mió. kr. í tilfeingisgjaldi.

Rækjuskip,garnaskip skulu frá eini miðalløn um 600.000 kr, ístaðin niður á 400.000 kr og rinda 14 mió. kr. í tilfeingisgjald.

LES meira í búskaparfrágreiðing her

Harleywoodpaint