Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilflytarar í Sunda kommunu fingu prógv

Helgi Abrahamsen

Tað gerast alsamt meira vanligt, at skipað verður fyri skeiði fyri tilflytarar, har luttakararnir kunnu læra føroyskt og um føroysk viðurskifti.

Tað gerast alsamt meira vanligt, at skipað verður fyri skeiði fyri tilflytarar, har luttakararnir kunnu læra føroyskt og um føroysk viðurskifti.

Leygardagin varð prógv handað 10 kvinnum í Sunda kommunu, sum allar hava gingið á “integratiónsskeiði” seinastu vikurnar. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Hetta er fyrstu ferð at tílíkt skeið verður hildið fyri útlendingar í Sunda kommunu.

“Býráðið samtykti fyrr í ár, at seta pening av til at kunnu bjóða útlendingum í kommununi á eitt skeið í integratión”, stendur á heimasíðuni. Undirvísarar hava verið Tórhild og Rúni Bjarkhamar.

Til hátíðarløtuna í Skúlanum við Streymin varð nógv gjørt burturúr. Allir luttakararnir høvdu tikið onkran mat við, sum umboðaði teirra upprunaland, umframt at tað eisini var røst føroysk súpan at fáa. 10 kvinnur luttóku á skeiðnum og eru tær úr USA, Russlandi, Tailandi, Filipsoyggjum og úr Kenya.

Signar í Homrum sang nakrar sangir, borgarstjórin helt røðu og handaði teimum prógv. Tær sum fingu prógv eru:

Wendy í Brekkunum

Ma.Helen. R Areta

Grace Ottosen

Atahaya Yenjai

Whitney Andreasen

Beatriz Beltran Palomer

Ljudmila Egholm

Svetlana Viberg

Svetlana Ananina

Norah Dam

Myndir frá hátíðarløtuni kunnu síggjast her á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.