Hóast umskiftandi leikár, so eydnaðist tað Stjørnuni í seinasta finaludystinum at smyrja Neistan av.
So gjørdist Stjørnan aftur Føroyameistari
Við einum knúsandi sigri á Neistanum uppá 16-10 gjørdist Stjørnan aftur føroyameistari í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnunum.
Nógvir trúgvir áskoðarar fylgdu Stjørnuni til Havnar og hóast vit hava sæð mangan betur leiktan dyst frá okkara stjørnum, so kann sigast, at Neistin ongantíð megnaði at hótta Stjørnuna, tí vit sum hava fylgt Stjørnuni bíðaðu bara eftir at flogið rættuliga kom á stjørnurnar, men hóast spælið ongantíð kom í hægsta gear, so smurdu tær Neistan av alíkavæl og tað er mangan vørumerki hjá teim góðu liðunum.
Hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum øll tit, sum eru rundanum Stjørnuna.
Norðlýsið
18 minuttir leiktir
Sigast kann ikki at hondbóltsspælið gongur væl hjá liðunum báðum, nógvar útvísingar nógvar villur, stutt sagt rættuliga fjálturstingin finala. Men tað er tó Stjørnan sum hevur betra takið á dystinum og hartil hevur Agne staði ein rimmar dyst higartil.
10 min. av seinna hálvleiki
Enn er onki avgjørt, tí higartil hevur dysturin verið merktur av villum og frustratiónum, so hóast Stjørnan er á odda, kann enn als onki sigast um endaliga úrslitið.
Hálvleiksstøðan 6-5 til Stjørnuna
Sum máltalvan vísir, so hevur spælið í fyrra hálvleiki verið sera fjálturstungið, nú ein vinnari skal vinnast í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnunum. Stjørnan hevur bert fingið 6 mál í fyrra hálvleiki ímóti Neistanum ímeðan Neistin hinvegin bert hevur fingið 5.
21 minuttir av fyrra hálvleiki
Hóast Stjørnan er á odda nú 21 minuttir eru leiktir við trimum málum móti tveimum, so má sigast at tað hevur gingið illa at fingið bóltin í netið.




