Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tiltak á Føroya Sjómannadegi: Sera áhugavert í Atlantis

(Norðlýsið – Tíðindi)

Sera væleydnað tiltak í Atlantis: Sjómanssøgur og Sjómansvísur

Mikukvøldið kl. 19.00 bjóði Føroya Sjómannadagur inn til hugnaløtu í Atlantis. Á skránni var tiltakið: Sjómanssøgur og Sjómansvísur. Nógv fólk var komið saman og salurin var næstan fullur, tá Hans Hjalti legði fyri, við tveimum góðum vísum.
Eftir hetta fekk Óli Olsen, rithøvundur, orðið og segði hann frá, hvussu tað var at verða langfarasjómaður fyrr í tíðini. Óli endaði við at fortelja, hvussu hann upplivdi tað at fara út í verðina at sigla í 1973. Óli dugdi sera væl at greiða frá, og var tað sera áhugavert at lurta eftir honum.
Áðrenn Hans Eli Hansen, lærari, fekk mikrofonina, sang Hans Hjalti enn tvær góðar sjómansvísur. Hans Eli greiddi frá um lagnutúrin hjá sluppini Dart. Eins og Óli, so hugfangaði hann allan salin við hesi spennandi søguni um 5 mans, sum í 1901 fóru til Vestmanna eftir sluppini Dart. Teir skulu føra hana til Klaksvíkar, men tá teir komu á Gøtunes kom ódnarveður á teir, og teir róku fyri váð og vind. 7 dagar seinni sóu teir land tá vóru teir riknir heilt til Hetlands.
Kvøldið endaði við einum felagssangi, sum Andras Joensen, bóndi, hevur yrkt.
Vegna Føroya Sjómannadag, takkaði Ólavur Poulsen fyri.
Einki var at ivast í, at tey sum høvdu leitað sær niðan í Atlantis hetta gráa hóskvøld í august, fingið nakað heim aftur við sær.