Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tiltak hjá Eldraráðnum í Klaksvík

Danial Viðoy

Eldraráðið í Klaksvík bjóðar til tiltak fyri borgarar 60 ár og eldri í Virkishúsinum Smæran á Kjalarvegi 48 í Klaksvík leygardagin tann 27. feburar kl. 15.00.

TÍÐINDASKRIV FRÁ ELDRARÁÐNUM Í KLAKSVÍK:

Eldraráðið í Klaksvík bjóðar til tiltak fyri borgarar 60 ár og eldri í Virkishúsinum Smæran á Kjalarvegi 48 í Klaksvík leygardagin tann 27. feburar kl. 15.00.

Skrá:
•Vælkomin v/ Mariu Olsen, forkv. í Eldraráðnum
•Norðoya Sparikassi kunnar um, hvussu peningaviðurskiftini ávirkast, tá ið makin doyr
•Vitjunartænastan
-Marna E. Jensen frá Norðoya Bú- og Heimatænasta kunnar um samstarv við Eldraráðið um vitjunartænastu
-Jógvan Skorheim, formaður í Norðoya Bú- og Heimastænastu
-Poul Havn greiður frá um at vera vitjunarvinur
-Ása Hansen, avvarðandi kunnar um sína áskoðan av vitjunartænastuni
•Skamtan av heilivági v/Oløf Briem, farmaceutur á framleiðsludeildini hjá Apoteksverkinum

Nýggir vitjunarvinir kunnu tekna seg á staðnum

Orðstýrari: Magnus Arge

Høvi verður at seta munnligar og skrivligar spurningar til fyrilestrahaldararnar.

Ókeypis kaffi, te og okkurt gott verður afturvið.

Hjartaliga vælkomin.
Eldraráðið í Klaksvík