Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tiltakið CHRISTMAS CHILD hjá felagsskapinum Samaritan’s Purse: Túsund MÍL – milliónir SMÍL

(Hannefía Joensen)

Tað var tykkum fyri at takka, at Christmas Child tiltakið ikki bara gjørdist møguligt, men eisini eydnaðist framúr væl aftur eina ferð.

Brot úr blaðnum Good Guide hjá Samaritan’s Purse:

Við tykkara hjálp kundu vit býta út 1,2 milliónir skógvaeskjur við gávum til fátøk børn í 13 londum í Eystur Evropa, Miðasia og Afrika. (Hesar 1,2 milliónir skógvaeskjurnar vóru savnaðar inn í Stórabretlandi, og tær uml. 3000 eskjurnar úr Føroyum fóru til Onglands og eru tí við í hesum tali.) Skógvaeskjurnar minna hesi børn á, at tey hava virði og ikki eru gloymd. Eskjurnar eru eisini ein áminning um, at jólini eru ein tíð, tá fólk um allan heim hátíðarhalda Jesu føðing, Hann, ið er tann størsta gávan av øllum.
Sum eina tøkk fyri, at tit hava fingið børn at smíla, sum ikki eru von at fáa gávur, fara vit at siga tykkum nakrar søgur um, hvussu ein vanlig skógvaeskja við gávum hevur veitt stóra gleði í lívinum hjá einum slíkum barni. Tykkum, ið bóðu, keyptu, pakkaðu, samlaðu inn, sorteraðu, býttu út, koyrdu ella gjørdu okkurt heilt annað, so tiltakið Christmas Child kundi gerast veruleiki, siga vit takk við hesum søgum.

Best í flokkinum

11 ára gamla Shella býr saman við einum yngri beiggja, mammu og pápa í eini stálbyngju í Pristina í Kosovo. Í 1999 settu myndugleikarnir hesar byngjur upp til fólk at búgva í, sum vóru flýdd undan krígnum. Tær eru sera kaldar um veturin og sera heitar um summarið, og nógv av teimum, ið búgva har, eru sjúk, eisini pápi Shellu. Hóast tær torføru umstøðurnar ganga bæði børnini í skúla. Shella er ein framúr góður næmingur og vónar at gerast lærari í enskum, tá hon verður vaksin. Hon var ovurfegin at fáa ein skriviblokk og pennar, so hon betur kundi læra seg at skriva.

Stjørnur í eygunum
Merita, sum er tvey ára gomul, rann og hoppaði á gólvinum, tí hon var so spent at fáa eina skógvaeskju í sigoynaraleguni í Bar í Montenegro. Merita býr saman við mammu síni og eldru systur síni Sylviu beint við eitt ruskpláss. Genturnar sleppa ikki í skúla og fáa ongantíð gávur, so hesin dagur var sanniliga ein heilt serligur dagur. Mamman hjálpti Meritu at lata eskjuna upp, meðan hon spent hoppaði upp og niður. Merita plagar ofta at spæla bólt við hini børnini í leguni, so hon var serliga glað at fáa sín egna bólt og einar sólbrillur, sum hon errin læt seg í. Sylvia var so glað fyri turriklæðið, hon hevði fingið. Hon smíltist og segði: “Túsund takk fyri gávurnar. Takk fyri, at tit minnast okkum.”

Vóna tað besta

Mamma Arbor hugdi, meðan útbýtingin av skógvaeskjum so við og við nærkaðist seingini hjá soni hennara á barnadeildini á Pristina Hospital í Kosovo. Trý ára gamli sonurin varð lagdur inn á sjúkrahúsið eftir at hava fingið lungnabruna fyrr í vikuni. “Læknarnir her gera eitt gott arbeiði, men lívið hjá okkum er torført,” sigur hon. Hon greiðir frá, at hvør sproyta, Arbor fær, kostar ein sættipart av teirra mánaðarløn. “Fyri tíðina vaskar maður mín bilar, og vit klára okkum so dánt. Men eg vóni, hann fær eitt betri arbeiði, so vit kunnu fáa tað betri.” So fekk Arbor eina skógvaeskju, og andlit hansara lýsnaði. Hann tók gávurnar úr eskjuni og kannaði tær, og smílið gjørdist bara størri og størri. Mamman sá eina vetrarhúgvu og læt hann í hana. ”Nú ert tú fínur!” segði hon og smíltist. Hann smíltist aftur og segði, hann var serliga glaður fyri húgvuna og tannbustirnar! – Huglagið á barnadeildini broyttist, sum skógvaeskjurnar vórðu býttar út. Familjur í truplum umstøðum byrjaðu at gleðast saman. Tey takkaðu fólkunum frá samkomuni, ið vóru komin á sjúkrahúsið við skógvaeskjunum. – Hetta var bara ein sjúkrahúsdeild, men tað var ein áminning um, at Gud kann brúka tiltakið Christmas Child og hvørja einastu skógvaeskju at tendra eitt ljós fyri fólki í Kosovo, hetta fólk, ið hevur sæð nógv myrkur seinnu árini.

Dagbók frá ferð í Serbia
22 ára gamla Claire Beament úr London skrivaði dagbók, meðan hon var á síni fyrstu ferð at býta út skógvaeskjur. Hon sigur okkum frá nøkrum av bestu løtunum, hon hevði, meðan hon býtti út skógvaeskjur til børn í Serbia.

Dagur 1
Okkara fyrsta útbýting var í eini sigoynarabygd. Tann fyrsta lítla drongin, eg læt eina skógvaeskju upp saman við, fari eg ongantíð at gloyma. Andlitið á honum skein, tá hann hugdi niður í eskjuna. Eg fái ikki greitt frá tí. Tað fekk tárini fram í eygunum á mær. Eg kann ærliga siga, at eg ongantið hevði sæð eitt so lukkuligt barn fyrr.
Tann seinasta útbýtingin tann dagin var til nakrar sigoynarar, ið búðu undir eini brúgv. Hetta er tað, ið fyrst kemur mær til hugs, tá onkur spyr meg um ferðina. Tað var ótrúligt, sum ein afrikanskur blikkbýur. Har var ein heilt lítil genta – ov lítil at fáa eina eskju – sum var har saman við pápa sínum og bíðaði eftir, at eitt av systkjum hennara skuldi fáa eina skógvaeskju. Hon bara græt og græt. Eg fór yvir til hennara við einum fittum toylambi, eg hevði í lummanum, og so skjótt hon sá lambið, gavst hon at gráta. Hetta skakaði meg veruliga. At nakað so einfalt fyri okkum hevði so nógv at týða fyri tey.

Dagur 2

Tá vit komu til heimið fyri børn við breki, vóru tey so spent, at tey klappaðu fyri okkum, tá vit komu, og hvørja ferð, eitt høvi var. Eg var heilt illa við. Tey fóru við okkum, sum um vit vóru kongalig, og eg eri bert ein heilt vanlig ung genta, ið er so heppin at sleppa til Serbia og hitta hesi børn. Eg eri ikki nakað meir enn tey.

Dagur 3

Meðan vit býttu skógvaeskjur út á einum skúla fyri børn við breki, sat eg leingi og prátaði við Melissu – eina 14 ára gamla gentu, ið eisini fekk eina skógvaeskju. Meðan vit hugdu at øllum, ið var í eskjuni hjá henni, tók hon ein bleytan leopardryggsekk fram. Eg segði, hann var vakur. Tað helt hon eisini og segði, at tvey ára gamla systir hennara skuldi eiga hann. Hetta rørdi meg. At hugsa sær, at fólk, ið eiga so lítið, eru so gávumild við tí, tey hava!

Dagur 4

Vit tosaðu við eina konu, ið búði í eini lítlari íbúð fyri flóttafólk saman við sínum sjey børnum. Hon segði okkum, at hetta var tað sjeynda staðið, hon búði, síðani hon fór úr Kosovo. Hon gjørdist sera kedd, meðan hon tosaði um hetta, men tá vit spurdu hana, hvønn týdning skógvaeskjurnar høvdu fyri hana og børnini, lýsti andlit hennara upp. Hon segði, at børnini vóru so glað, og at hon ikki hevði kunnað givið teimum slíkar gávur sjálv.

Tankar at enda
Henda ferð hevur veruliga víst mær (hóast hetta kann ljóða eitt sindur banalt), at nakað so lítið kann gera so stóran mun! Við skógvaeskjunum verða hurðar latnar upp fyri samstarvsfeløgum hjá Samaritan’s Purse, so tey eisini fáa hjálpt hesum fólkum á annan hátt. Skógvaeskjurnar eru bert einklar lítlar gávur fyri okkum, men tær geva einum barni – eini familju – ein boðskap um vón og eitt sindur av lukku.