”Nú er tiltakið ‘’Ung í Arbeiði’’ av á hesum sinni.” Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu í dag. Tey ungu hava arbeitt í seks vikur, sum hava verið býttar upp í trý umfør, har hvør bólkur slapp framat í tvær vikur á 30 tímar.
”Endamálið við tiltakinum er eitt nú at geva teimum ungu smakkin av, hvussu tað er at arbeiða, samstundis sum hetta gevur teimum nøkur oyru afturfyri,” skrivar heimasíðan.
Gøtan út á Broðoyarnesháls
Ein av teimum stóru verkætlanunum í ár hevur verið gøtan út á Borðoyarnesháls.
”Gøtan er nú komin góðar 700 metrar út og byrjar av álvara at taka skap. Hetta er triðja árið, at arbeitt verður við hesi verkætlan í “Ung í Arbeiði”,” skrivar heimasíðan.
Tað var Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur, sum í februar 2013 kom við uppskotinum um at gera nýggjar og/ella seta í stand nakrar gøtur, og at tiltakið “Ung í Arbeiði” kundi taka sær av hesum undir leiðslu og vegleiðing frá ábyrgdarpersónum í Klaksvíkar kommunu. Mett varð, at kommunan kundi fáa fleiri týðandi fyrimunir við hesum, m.a. at tey ungu í “Ung í Arbeiði” ikki skulu arbeiða í teirri nógvu ferðsluni í býnum, at Klaksvíkar kommuna kann virka sum undangongubýur á heilsu- og trivnaðarøkinum, og eisini at tey ungu fáa nakrar arbeiðsroyndir.
Tá ið veðrið ikki hevur verið til vildar, hava tey ungu millum annað gjørt skelti, har víst verður á, hvussu langt er út á Borðoyarnesháls og niðan á Háls. Hetta eru vælumtókt støð hjá gongufólki at vitja.
”At enda kunnu vit siga, at tey ungu eru sera fitt og fyrikomandi og hava hugagóð tikið av teimum uppgávum, teimum vórðu settar,” stendur at lesa á www.klaksvik.fo.




