Ørkymlandi at hoyra tíðindasendingina í útvarpinum henda dagin um uppskotið til kommunalu útjavningina.
Skeiklaða yvirskriftin hjá Kringvarpinum var, at Sandoy og Suðuroy skulu gjalda til Havnina, "um uppskotið verður sett í gildi".
Hetta varð endurtikið fleiri ferðir fyri undrandi føroyska lurtaraskaranum, sum kortini hoyrdi formannin í Búskaparráð-num, sum evnað hevur uppskotið til, royna at endurtaka, at soleiðis var nettoúrslitið jú ikki, tí "Betydelige beløb skal jo betales den anden vej."
Partur av tíðindunum var rættur, men avskeplaði parturin, sum valdur varð til yvirskrift, tóktist vera ynskidreymur hjá Kring-varpinum, sum dýrt goldna public service – tíðindatænasta føroyinga treyðugt vildi víkja frá, men heldur endurtaka ferð eftir ferð. Veruleikin er kortini, at Suður Føroyar skulu gjalda fyri næmingar, sum noyðast til Havnar at ganga í skúla og útbúgva seg. Tað segði formaðurin klárt og greitt. Men netto úrslitið og niðurstøðan var kortini, at Havnin, sum hevur munandi hægri miðal inntøkur og væl lægri skattaprocent, skal gjalda munandi størri upphæddir hinvegin, út á útjaðaraøkini aftur. Eftir uppskotinum helst á leið 45 milj. kr.
Komandi ábyrgdarbýtið millum land og kommunur og "óendaliga" ætlanin um "sjálvbodna" kommunusamanlegging hava higartil givið ávísum "landspolitikarum" eina umbering til at skáka sær undan málinum um millumkommunala útjavning, hóast júst hetta í mong ár hevur verið ein spurningur um lív ella deyð eisini hjá stórum útjaðaraøkjum. Ivaleyst hava landspolitikarar ikki havt dirvi til at nerta spurningin um útjavningina. Orsøkin kann bert vera populisma og sjálvsøkni – óttin fyri at missa, har atkvøðumeingi er mest – og sostatt ikki verða afturvaldur. Ikki júst somu grundgevingar um, hví tað var neyðugt við einum valdømi, so vit fingu landspolitikarar á Føroya løgting – men kanska júst veruliga orsøkin.
Vit hava áður lagt moralsku ábyrgdina fyri økisójavnan í samfelagnum á Javnaðarflokkin, sum mest dominerandi flokk í føroyskum politikki í eitt mannaminni. Hetta gera vit framvegis. Tað elvdi tí til optimistiska undran at síggja formannin í tingbólki floksins boða frá, at Javnaðarflokkurin "í nógv ár hevði víst á tørvin á eini útjavningarskipan" og tí "gleddist um uppskotið", sum kundi vera "ein byrjan uppá at loysa hesa avbjóðing."
Tá havt verður í huga, at flokkurin farnu tíggju árini – og framvegis, sambært landsstýriskvinnuni í økismenning, – heldur fast um umberingina við "sjálvbodnari kommunusamanlegging", og at sama landsstýriskvinna førir fram, at neyðugt er at leggja fleiri uppgávur út á kommunurnar, áðrenn farið verður undir at greiða ábyrgdarbýti millum land og kommunur, so er hetta í andsøgn m.a. við støðuna hjá partamanninum og floksfelaga hennara, borgarstjóranum í Havn, formanninum í Kommunusamskipanini.
Hóast tað man vera ivasamt, so sigur hesin javnaðarmaðurin seg tosa vegna alla Samskipanina, sum vil hava ábyrgdarbýtið avgreitt fyrst. Borgarstjórin dylir heldur ikki fyri, at hann als ikki er fyri kommunalari útjavning í Føroyum. Landsstýriskvinnan í økismenning tóktist eisini hava eina sera lunkaða støðu í júst viðgjørda málinum um vakstrarætlan fyri veikaru økini í landinum.
Útmeldingarnar frá javnaðarfloksins umboðum í almenna rúminum hanga sostatt als ikki saman og líkt er til, at optimistiska undranin ikki er annað enn føgur orð ella ein roynd at villeiða føroysku veljarafjøldina, nakað á sama hátt sum alment fíggjaða Kringvarpið helst eisini royndi í tíðindasending sínari.
Meðan borgarar í útjaðaraøkjum skulu venja seg við, at ætlanir um vøkstur og kommunala útjavning helst ikki er annað enn torvmold í eyguni, kunnu vit hóskandi velja at trúgva at villeiðing frá almenna public service stovninum og politiska myndugleikanum samstundis er heilt tilvildarlig.
NORÐLÝSIÐ




