Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Timburhandilin vann Mjølnirkappingina

Oliver Joensen

Leygardagin skipaði Mjølnir fyri flogbóltskapping ímillum vinnuvirkir. Eini 14 arbeiðispláss høvdu teknað seg til kappingina.

Kappingin byrjaði longu kl. 10 um morgunin og vinnararnir vóru ikki funnir fyrr enn uml. kl. 17. Tað var Klaksvíkar Timburhandil, ið eftir lokna kapping streyk avstað við heiðursmerkjunum úr gulli og harumframt steypi. Nr. 2 gjørdist Norðhús og nr. 3 Klaksvíkar Kommuna. Vit á Norðlýsinum, saman við reklamuvirkinum Grafia, høvdu eisini meldað lið til og kunnu reypa okkum av, at vit vunnu so tvey sett hóast vit ikki komu upp á tal til heiðursmerki.
Vit høvdu tó ein sera stuttligan leygardag!