Tingfundurin endaði fyri løtu síðani og Edmund Joensen sigur, at enn er eingin ábending komin frá pørtunum, sum sita við samráðingarborði.
– Vanligur tingfundur verður aftur í morgin kl. 13:30 og tá er eingin broyting í skránnni.
– Munnligu fyrispurningarnir, sum annars vóru á skránni til fundin í dag eru útsettir til tingfundin fríggjadagin, sigur tingformaðurin við Norðlýsið.
Vónar at partarnir finna semju
Tingformaðurin, Edmund Joensen, vónar at fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið finna eina semju.
– Eg havi ongan ábending fingið frá pørtunum um ein semja er á veg, men so leingi sum teir sita saman er vón fyri tí.
– Eg havi heldur einki fingið at vita um ætlan framvegis er at leggja nógv umtalaða uppskotið frá landdstýrinum um sáttmálarnar, ið galda fyri Strandfaraskipini, fyri tingið. Men tey boðini kunnu koma eins bráddliga sum grindaboð.
Tjóðveldisflokkurin misnøgdur
Undir tingviðgerini í dag kom fram at Tjóðveldisflokkurin var sera misnøgdur við at munnligu fyrispurningarnir vóru tiknir av skránni.
– Eg kann bara viðmerkja at munnligu fyrispurningarnir eru ikki tiknir av skránni, teir eru fluttir til fríggjadagin. Meiri havi eg ikki at siga um tann spurningin.




