Løgtingið hevði í gjár sín fyrsta fund í hesum árinum, og nú verður aftur steðgur í tingarbeiðinum. Tá tingfundurin í gjár endaði lýsti løgtingsformaðurin næsta fund at verða hósdagin 4. februar.
Tá skal tingið hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti til samtyktar um at seta í gildi fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland, og eisini tær árligu tilráðingarnar frá Útnorðurráðnum skulu hava fyrstu viðgerð á tingfundinum 4. Februar. Ein fyrispurningur skal eisini svarast á sama fundi. Tað er spurningurin hjá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um nýggja veðurlagssáttmálan. Hesin fyrispurningurin skuldi svarast á tingfundinum í gjár, men hann varð tikin av skránni.




