Tað er sjáldan at til ber at siga frammanundan, hvussu leingi ein tingfundur fer at vara, men tað ber til at siga í dag.
Tað er sjáldan at til ber at siga frammanundan, hvussu leingi ein tingfundur fer at vara, men tað ber til at siga í dag.
Framvegis eru sera fá mál á skránni hjá løgtinginum.
Løgtingsfundur var í gjár, har tvey mál (eitt frá landsstýrinum og eitt frá andstøðuni) fingu fyrstu viðgerð, og á tingfundinum í dag verða bara ófráboðaðir fyrispurningar á skránni, umframt at atkvøtt verður um ein skrivligan fyrispurning. Hetta merkir, at tingfundurin í dag kann bara vara í umleið ein tíma.
Í Tingskipanini (§ 52) stendur nevniliga: “Ófráboðaðir spurningar kunnu í mesta lagi vara tilsamans 1 tíma og, hvør spurningur má í mesta lagi vara í 10 minuttir.”
Tingfundur verður aftur í morgin. Tá fer løgtingið at viðgera árligu tilráðingarnar og frágreiðingarnar frá Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum, og eisini fær eitt uppskot frá trimum tingmonnum í andstøðuni 1. viðgerð.
Tað eru tingmenninir Bill Justinussen, Kári P. Højgaard og Magnus Rasmussen, sum skjóta upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eina frágreiðing um, hvussu almennir stovnar mest skynsamt kunnu staðsetast kring landið við atliti at teimum økjum í Føroyum, har fáir ella eingir almennir stovnar eru í dag.
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13:30 og hann endar umleið klokkan 14:30.




