Løgtingsformaðurin niðurlegði fundin kl. 05.07 og segði, at hann bleiv tikin uppaftur kl. 11 í dag.
Seinasta málið í nátt til viðgerðar var 3. viðgerð um loyvigjald á alivinnuna, har Jørgen Niclasen, Kaj Leo H. Johannesen og Poul Michelsen tóku orðið. Men kl. 05.07 tók løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu avgerð um at niðurleggja tingfundin og taka hann uppaftur kl. 11 í dag, tá 3. viðgerð um loyvisgjald á alivinnuna heldur fram. Sum skilst hava tingfólk verið til arbeiðis í 20-21 tímar út í eitt nú fundurin bleiv niðurlagdur.




