Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tinglimir sleppa ikki at atkvøða eftir egnari sannføring

Helgi Abrahamsen

Stýrisskipanarlógin sigur í § 23,at løgtingslimir eru bara bundnir av sín egnu sannføring. Taðblivu vit sum vóru partur av undanfarnu samgongu onkuntíð mint á,av táverandi tinglimum í andstøðu.

Tað kom nevniliga meira enn so fyri,at vit noyddust at atkvøða við samgonguni, hóast vit ikki vóruso sannførd um, at valið var tað rætta.

Og soleiðis er hjá øllum sum erupartur av eini samgongu. Styrkin í samstarvinum liggur í, at øllstanda saman, men tað merkir samtíðis, at øll noyðast at gevanakað, hóast stýrisskipanarlógin sigur, at tú ikki hevur skylduat fylgja øðrum enn tíni egnu sannføring.

Eitt er hvat løgfrøðin sigur –annað er tann politiski veruleikin.

Broyting ímótiStýrisskipanarlógini

Men nú er ein broyting at hóma, ogtað løgna er, at tað eru júst tey sum plagdu at minna á orðinií Stýrisskipanarlógini, sum ganga á odda við hesi broytingini.Og broytingin er, at nú kunnu tinglimir koma í ta støðu, at taðheilt einfalt ikki ber til at atkvøða eftir síni egnu sannføring.

Eg hugsi her um ta nógv umrødduhjúnabandslógina.

Tá uppskotið kom til 2. viðgerðtann 16. mars, skutu 5 tinglimir upp at gera eina broyting íuppskotinum. Skotið varð upp, at rætturin hjá tveimum av samakyni at giftast skuldi ikki verða settur í gildi, fyrr enn §14stk. 2 í lógini varð broytt. § 14, stk. 2 gevur annars borgarligagiftum rætt at fáa hjúnabandið signað í eini kirkju.

Ikki fyrr enn hesin rætturin varbroyttur, soleiðis at hann bert var galdandi fyri konu og mann,vildu uppskotsstillararnir at lógin skuldi fáa gildi.

Ómøguligt at atkvøða eftiregnari sannføring

Men nú kemur tann stóri spurningurin:Um hjúnabandslógin hevði verið samtykt við hesi broytingini,hvussu skuldu tinglimir so atkvøtt, tá uppskotið um at broyta §14, stk. 2 kom til atkvøðugreiðslu?

Um ein tinglimur er ímóti at tvey avsama kyni skulu kunna giftast og ímóti at kirkjan signar samkyndhjúnaløg, so hevði heilt einfalt ikki borið til at atkvøtt eftirsíni egnu sannføring.

Við at trýst á ja-knøttin hevðitinglimurin tikið undir við, at bert hjúnaløg millum konu og mannskuldu kunna fáa kirkjuliga signing, men ja-atkvøðan hevðisamstundis sett lógina í gildi sum segði, at tvey av sama kyniskuldu kunna giftast borgarliga.

Við at trýsta á nei-knøttin hevðitinglimurin sagt nei til at sett lógina í gildi, sum gav tveimum avsama kyni loyvi at giftast, men samtíðis hevði hann atkvøtt ímótiat nokta teimum kirkjuliga signing.

Stýrisskipanarlógin sigur, atløgtingslimir eru bara bundnir av sín egnu sannføring. Men íhesum førinum hevði ikki borið til at atkvøtt eftir síni egnusannføring.

Helgi Abrahamsen