Ynskja vit barnafamiljum væl, ynskja vit føroyingar í útlandinum heimaftur og ynskja vit føroyskum pensjónistum møguleika til pensión í frívirði má nýggja avgjaldið takast av.
Nýggja lógin um tinglýsingavgjald hjá CHE-samgonguni er steinur oman á birðu hjá nógvum húsarhaldum í Føroyum. Serliga aftaná, at vit hava havt ein ógvusligan vøkstur í húsakeypum. Við hækkandi rentum og methøgum oljuprísum er fíggjarliga rásarúmið hjá familjum mundandi minka. Stór eykarokning í tinglýsing fylgur nú við.
Fyri tey, ið skulu ogna sær bústað er eykarokningin lættliga kr. 40.000,- bara í tinglýsing av skeyti og tinglýsing av panti. Hettar er steinur oman á birðu. Nú slíkar upphæddir eru lagdar omaná húsaprísin er lætt at roknað, at við rentum í 20 ár svarar tað til eina heila ársinntøku, bara fyri tinglýsingargjaldið. Har reyk eginpeningurin hjá fleiri av nýggju húskeyparunum.
At seta føtur undir egið borð skal ikki verða ein skattainntøka hjá landinum. Hetta er at skatta frívirði hjá fólki og at skatta ognir hjá fólki. Tað er ikki ringt at síggja, at her er talan um fyrsta stigið av ognarskatti.
Eykarokning at búseta seg í Føroyum
Vit ynskja at fleiri fólk skulu búseta seg í Føroyum, men hettar er klár staðfesting av, at tað lekur í millum teori og praksis Ikki serliga innbjóðandi at taka eitt eyka gjald upp á tíggju túsundtals krónur, fyri at búseta seg í Føroyum.
Pensjónsmøguleikin horvin
Nýggja lógin merkir eisini, at tey ið við tógvi stríð hava spart eitt frívirði í húsunum nú ístaðin fyri eina góða pensjón ístaðin fáa eina stóra rokning.
Seinstu árini hevur veri vanligt, at tey sum eitt nú eru skuldarfrí í húsunum kunnu loyva sær eina góða eftirløn við frívirði í húsunum, hesin møguleikin er nú munandi skerdur fyri ikki at siga burtur. Nýggju tinglýsingargjøldi gera slíka pensiónsskipan alt ov dýra, frívirðið fer í landsskassan ístaðin. Okkara eldru hava betur uppiborið á lívsins kvøldi.
Løgtingið eigur í heyst at avtaka hendan órímiliga eykaskatt. Tinglýsing eigur at kosta tað, sjálvt arbeiðið at tinglýsa kostar netto.
Ynskja vit barnafamiljum væl, ynskja vit føroyingar í útlandinum heim aftur og ynskja vit føroyskum pensjónistum møguleika til pensión í frívirði má nýggja avgjaldið takast av.
Vit eiga ikki at innføra ognarskatt í Føroyum.




