Tá ið tingfundurin byrjaði í gjár, týsdagin, 17. feb., hevði tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hesi minningarorð um Kára á Rógvi.
Tá ið tingfundurinbyrjaði í gjár, týsdagin, 17. feb., hevði tingformaðurin,Jógvan á Lakjuni, hesiminningarorð um Kára á Rógvi.
—–
Leygardagin, 14. február, bórust deyðsboðini avKára á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmanni.
Kári varð føddur 4. mai 1973, sonur Eyðun áRógvi og Sunnevu Dalsgaard á Argjum. Kári var giftur við Jóhannu á Rógvi, f.Kristiansen úr Havn, og eiga tey 3 børn.
Hóast Kári bert var 41 ára gamal, nú tað sobrádliga og óvæntað vóru boð eftir honum, so standa djúp spor eftir hann í tíføroyska samfelagnum.
Kári var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin,valdur á ting 19. jan. í 2008, og hann sat fram til valið 29. okt. 2011. Eittskifti var hann eisini formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Kári varð útbúgvin løgfrøðingur fráUniversitetinum í Keypmannahavn í 1998. Hann las síðani 1 ár í Aberdeen, ognakað seinni bleiv hann Doktari í lóg við Háskóla Íslands í Reykjavík, har hannvardi PhD ritgerð sína í 2009.
Kári á Rógvi var skrivari í Grundlógarnevndiniog næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini. Øll vit, sum í tí arbeiðinum vórusaman við Kára, vita, at hann var sera arbeiðssamur og hevði serlig evni atbera fram ella formidla fakligt tilfar á ein lættfatiligan hátt.
Tann stóra fakliga visiónin hjá Kára var atmenna føroyska løgfrøði og at fáa tilvitanina um lóg út millum vanlig fólk, ogvið íblástri kanska serliga úr Reykjavík og av Akureyri, har hann vargestalærari á Háskólanum har, fór Kári eldhugaður undir setningin áFróðskaparsetri Føroya. Tilgongdin var einføld og lagað eftir føroyskumviðurskiftum, men skoðsmálið frá teimum mongu studentunum – bæðifulltíðarlesandi og teimum mongu, sum tóku skeið í lóg -er, at undirvísinginvar á fakliga høgum støði og samstundis undirhaldandi og áhugaverd.
Kári starvaðist sum lektari á Søgu- ogsamfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum frá 2008 til 1. mars í fjør, tá ið hannvarð settur í starv sum professari har úti á Fróðskaparsetrinum.
Umfram hetta sat Kári á Rógvi í mongumálitissessum. Hann var m.a. formaður í Fasta Gerðarættinum, formaður íJavnstøðunevndini í 2 ár, formaður í Orðabókagrunninum í 8 ár.
Frá barnsbeini av var Kári áhugaður íjarðarbrúki og seyðahaldi. Hann stórtreivst millum óðalsmenn, og teir virduhann fyri, at hann dugdi so væl at seta orð á týdningin og virðið í hesarigomlu mentan okkara. Hann var eisini formaður í Óðalsfelagnum í eini 5 ár.
Kári var familjumaður og gekk høgt upp í sínleiklut sum pápi. Vit drýpa høgur og syrgja saman við konu og børnum, foreldrumog systkjum og biðja eftir, at Harrin skal troysta og styrkja.
Eg fari at biðja tingmenn um at reisast, ogsaman við mær – í virðing og tøgn at minnast Kára á Rógvi, fyrrverandiløgtingsmann.




