Gjáarmenn vóru tíðliga frammi hendan morgunin fyri seksti árum síðani, skrivar Tórbjørn Jacobsen
Gjáarmenn vóru tíðliga frammi hendan morgunin fyri seksti árum síðani. Nú skuldi støðið leggjast undir republikkina. Tríggir fjerðingar gjørdu sína skyldu. Løgdu sín góða lut upp í frælsisvarðan. Frá skýmingini og frameftir sótu ungdómarnir kring útvarpslurtið, í stovuni hjá læraranum, og kýttu seg fyri at hoyra signalið frá Telegrafstøðini, sum hvønn hálva tíma varpaði úrslitini frá ymsu bygdunum kring landið. Ein sat krøktur fram yvir Dimmu, feldi niður og dróg saman, og tá saman var talt, stóð loysingin fyri tapi. Slakar túsund atkvøður í hølunum á stjórnaruppskotinum.
Kroppar kropna, og menn lúta alt meira við høvdinum. Glísur vóru í teimum. Tjóðarfrælsið stóð fyri falli. So frægt av andaligum mergi var tó eftir í tí eina kviktonkta undgóminum, at hann rann ígjøgnum tølini á øðrum sinni, og tað fór ein sannur gjóstur ígjøgnum stovuna táið hann rópti: "Tit hava gloymt mentuna !" Hansara úrslit varð staðfest suðuri á Telegrafstøðini stutt eftir, og sum Petur Jacob sigur: "
Sjáldan hevur ein menta broytt so nógv hýrin á fólki sum hesa løtuna."
"Løsrivelse" valdu danir at nevna alternativið til møguleikan fyri framhaldandi donskum valdi í Føroyum. Høvdu teir sjálvir staðið í somu støðu, hevði alternativið helst verið kallað "frigørelse". Hetta ræddi ikki meirilutan, sum á fólkaatkvøðu á fyrsta og einasta sinni atkvøddi fyri, at Føroyar politiskt, hiðani og frameftir, skuldu skipast sum sjálvstøðug tjóð, suverenur statur, sum republikk.
Hesi seksti árini eru ídnar royndir gjørdar av dønum og føroyskum samríkjamonnum at mystifisera fólkaatkvøðuna, onkursvegna at fáa hana at hanga í leysum lofti. Kanska er hendan gyklanin í ávísan mun eydnast. Treyðugt so, at ikki okkurt hongur eftir av propaganduni hjá donskum leigusveinum í Føroyum. Men vitnisfast er, at teir sum ynsktu avgerðina, harímillum táverandi danski forsætisráðharrin, ikki var í iva um, at atkvøðan stóð í fólkarættarligum jørðildi. Hann kendi seg bundnan av sínum leikluti í allari prosessini, tí var hann so opinskáraður, kategoriskur og avkláraður táið úrslitið spurdist. Einasta rætta avleiðingin var politiskur skilnaður.
Eitt imperii, hjálandaveldi, sum tað danska, letur tó onki burturav matriklinum við góðum. Knud Kristensen varð snýstur av, aðrir, meira dystin lærdir í hesum stjórnarkynstri, tóku um endan, og síðani bleiv alt maskinaríið sett í gongd. Føroyski fólkaviljin skuldi lemjast, knúsast og torpederast fyri einhvønn prís. Ongar íspunnar konspiratiónsteoriir eru snildari hugsaðar, enn tær veruligu, sum nú daga undan í skjalagoymslum frá hesi tíðini. Frælsið, tjóðarfrælsið, skuldi keypast frá føroyinginum, einaferð fyri allar. Ein sonda leggjast niður ígjøgnum vælindini, ið áhaldandi kundi fylla magan og harvið doyva politiska strongin, sum var blivin í so rebelskur eftir áhaldandi tjóðarbygging í áratíggju. Strategiin var væl hugsað, teir høvdu neyvt avlisið tærið í føroyskum politikarum. Tó var hon so sára einføld. Eitt trog við danskari materiu, donskum pengum, skuldi snara høvdinum á føroyinginum í ein landnyrðing. Í hesum leiki stóðu fyrst og fremst fólkafloks- & javnaðarmenn í skotmála.
Veljaraklientellið, í hvussu er lobby´irnar, hevði óavmarkaðan tørv, eisini á fremmandum góðgæti, og sjálvt um hetta kompromitteraði tjóðskaparpolitisku uppdriftina, so stendur onki fyri verðsligum útboði. Sambandsflokkin hugsaðu teir kanska minni um, royttu kanska eygnalokini uppfrá, og táið teir sóu viljaloysið í skinndeyða eygnabránum, lótu teir hann bara verða liggjandi – sum politiska deyðvekt á básinum. Skuldi bara hava so hóskandi javnt ábit til jóturið. Síðani settu teir glasmontruna niður á sokkulin og fram til hendan dag hava vit húsast innanvert hesa donsku ostaklokku.
Søguliga er fólkaatkvøðan ikki eitt isolerað fenomen. Hon er finalan í einum eirindaleysum stríði fyri vanligum mannarættindum, fólkaræði og tjóðarfrælsi í Føroyum. Eftir at føroyingar í meira enn túsund ár høvdu megna at lívbjarga sær sjálvum undir sera harðbalnum treytum. Hon er úrslitið av bardaganum hjá Nólsoyar Pálli og Niels Winther ímóti monopolhandlinum, av støðutakanini hjá hesum seinra til krypilsløgtingið, sum vit fingu í 1852, politiska stríðnum hjá Jóannes Bónda, tjóðskaparligu kveikingini hjá háskúlamonnunum og dagliga stríðnum hjá øllum teimum, ið liggja sum ein anonymur, latentur undirsjóvarstreymur, í tjóðskaparmenningini, sum samsvarandi politiskum nátúrulógum mátti enda við avgerðini føroyingar tóku 14. september 1946.
Søguna síðani kenna vit øll, eitt stríð fyri og ímóti donskum valdi, donskum avláti, donskum snildum, har ein ótrúðlig voluma av orku er farin fyri skeyti, ímeðan tað spakuliga hevur seyrað úr donsku fóðurpatrónini, fyri at viga upp ímóti tí sum okkara egna megi kundi verið brúkt til, í strembanini fyri at skipa ein føroyskan vælferðarstat. Eftir egnum premissum. Burturúr egnari uppdrift. Á egnum kjøli.
Eitt løgtingsval og ein fólkaatkvøða hava onki til felags.
Parlamentsval í fríum landi snýr seg í mestan mun um at finna frægastu pedellarnar at røkja landsins áhugamál og at ýta av í so máta. At menna ryggin samsvarandi fatanum og hugsjónum. Fólkaatkvøða, sum hon í 46, snýr seg um tjóðarinnar yvirskipaðu lunnindi. Táið so løgtingsvalið á heysti í 46 verður brúkt sum muddur fyri at gera skeinur í lakkið á úrslitið av fólkaatkvøðuni, so er tað paradoksalt møsn. Hinvegin, so eru flokkarnir, sum lótu sær kongsboðini um løgtingsval lynda, smokkaðir somikið í mýrulendinum, at teir í parlamentarisku skipanini nú á døgum ikki umboða meira enn góð 40% av fólkinum.
Sambands- & javnaðarmenninir ynsktu fólkaatkvøðuna fyri at forsegla støðuna, har føroyski matrikulin í ævir skuldi vera eitt appendix í ríkismatriklinum hjá donsku sentralmaktini í Keypmannahavn. Setti amtmaðurin hevði jú sagt teimum, at roknað varð við, at eini 15%, í mesta lagið 20%, av føroyingunum fóru at atkvøða fyri politiska skilnaðinum ímillum londini bæði. Teir og hann skiltu ikki, at hetta bara var ein strongur í tjóðarbyggingini, umframt mál, mentan, andslív og vinnuframa, og tí mundi tað koma dátt við, táið ein meiriluti gav teimum hendan dygga brestin í afturpartin.
Síðani hava vit ligið í Norðurhøvum og roynt at hórað undan sum frægast í hesum ódemokratiska hami. Livað politiskt upp á gjøt eftir útdelegeraða valdinum, sum danir lótu okkum í heimastýrislógini, tað sum skuldi eitast at vera surrogatið fyri fólkaviljan. Frælsisneistan megnaðu teir tó ongantíð at køva. Hann liggur ikki í búkinum á fólki okkara. Liggur væl goymdur í hjartakømrum fólksins. Sum eimur í eldi. Tað er bara ein tíðarspurningur nærið fyritreytirnar aftur eru til vildar.
Tað vóru tær í 98. Kreppan, har destruktivur føroyskur politikkur og donsk áhugamál gingu upp í eina hægri eind, skolaði glasmontruna omanav soklinum, og nýtt frískt lot broytti skverið í høvdunum á teimum, sum høvdu vant seg við tómgongdina í ostaklokkuni. Hevði tað, sum vit hildu vera tjóðskaparpolitisku fraktiónina, staðið sum ein maður, høvdu danir verið volaðir. Men tað skræðnaði úr rondini, og Fólkaflokkurin lat seg enn einaferð korrumpera av donskum pengum. Ikki veljararnir hjá hesum fyrr so stolta flokki, men umboð teirra í parlamentarisku sferuni. Danska hóttanin um 4 ára skiftistíð fekk fyrst sjefideologin við butterfley´ini at bólta rút, og síðani var alt ruðuleiki og kaos. Danir høvdu vunnið. Onkur spurdi um Fólkaflokkurin ígjøgnum sítt fólkatingsumboð hevði bílagt hesar treytirnar, sum lógu so til pass á markinum til tað, sum psykan hjá Fólkaflokkinum kundi kapera. Hesin danski trumfurin er ikki nýtt fyribrigdi. Skjøl í amerikonskum søvnum vátta hetta. Í sekstiárunum høvdu danir ein búskaparligan masterplan kláran, skuldi táverandi sjálvstýrislandsstýrið roynt at loyst Føroyar úr kolonistøðuni.
Síðani hesa kispussingina við egnum veljarum, er Fólkaflokkurin smokkaður somikið, at hann røkkur ikki upp eftir síni egnu stevnuskrá, tíansheldur eftir radikalum sjálvstýri. Er lopin um økslina, og er nú partur av heimastýrisresjiminum, sum hevur skambitið fólkaviljan í seksti ár.
Vit hava ein trupulleika. Fólkið er ikki trupulleikin. Politiska og parlamentariska skipanin tykiskt vera trupulleikin.
Í Berlin, í Prag, í Bukarest. Í Føroyum flýggja heimastyris-regentarnir bara burtur í eina hopleysa visiónstoku, har embætismenninir í sosialdemokratiska grulvigarðinum, brúka alla sína orku til at sita í hestaskógvi, og blása í hvør sína neokapitalistiska ballón. Á torginum á Hotel Føroyum verða politikararnir programmeraðir við alskins góðgæti úr tí evsta yuppie litteraturi sum finst. Einasti stuðulin sum ikki skal repast er ríkisstuðulin, honum munna teir sjálvir ætla sær at liva av.
Umsitingin ger seg sjálva til politiskan buffara, ímeðan professionellu politikararnir dansa fandango rundan um Jóanes, ímeðan Titanic, danska heimastýrið í Føroyum, so líðandi fer til botns.
Vit liva og virka í einum demokratiskum undirskoti. Hevur fólkið ikki ræði á øllum viðurskiftum, tá er ikki fólkaræði. Og soleiðis er í hjálandinum Føroyar, sum ikki hevur ræði á sínum uttanríkispolitikki, støðan er bara versnað meðan hetta illryskið av eini samgongu hevur sitið, og heldur ikki hevur ræðið á sínum valuta- og hernaðarpolitikki. Besta dømi man vera, at vit eru beinleiðis og aktivur partur av vitleysa amerikanska krígnum í Iraq, hóast ein meiriluti á Føroya Løgtingi hevur gjørt eina samtykt um, at vit vóru ímóti innrásini og krígnum. Ikki tí at vit tóku undir við politikkinum hjá despotinum Hussein, men tí at tað tilkemur ongum, at leggja seg uppí innlendisviðurskiftini hjá suverenum stati, um hann ikki er beinleiðis til ampa fyri ein triðja part. Ígjøgnum danskan hernaðarpolitikk vórðu vit drassaðir uppí hetta stríðið. Sama krígsministerium, sum í 1946 gjørdi seg búgvið at taka Føroyar, um loysingarmenninir fóru at halda stand, og valdu at halda fast um proklamatiónina á tingi um stovnanina av føroyska ríkinum. Líggjas Bóndi mundi kenna tærið í hesum monnum og óra ilt, táið hann fólkaatkvøðukvøldið á fundi í Tórshøll, hevjaði seg úr sæti, og spurdi um nakar visti hvat kongur fór at siga til hesa nýíkomnu støðu. Kongur ruddaði, sum øll vita, buluna, og har leyp alt útav rókini eftir fyrsta nosið, uttan ein, legendan Jákup í Jákupsstovu. Slagið var tapt í fyrstu atløgu.
Bara kosmetiskt. Bara skónin. Inn í hjartakømrini slapp hendan danska sleggjan ikki. Og tey pumpa títtari og hvassari fyri hvønn dag sum gongur. Frælsishugtakið hevur altíð verið til umrøðu. Definerað til ymsa veggja. Í ymsar ættir. Neyðtikið, brúkt og misbrúkt. Ráðgevin hjá Howard Dean, fyrrverandi forsetavalevni í USA, George Lakoff, professari við lærda háskúlan í Berkeley í Carlifornia, er óttafullur um frælsishugtakið, soleiðis sum Bush-stjórnin hevur valt at brúka tað innanlands, eftir at amerikumenn eru komnir sær í víggj við fremmandar mentanir. Hann heldur, at teir so smátt eru í holt við at drepa hugtakið. Sum hann sigur í nýggjari bók: "Tað er ræðuligt at missa frælsið, men at missa idéina um frælsið er uppaftur verri."
Táið tann hugsanin ikki er jarðløgd í Føroyum, so gerst tað ikki. Og ímeðan vit lynna, virka og droyma fáa vit ikki annað enn tikið undir við skaldinum, sum sigur, at úti undir væðingini í hvørji sál liggur ein berserkur og slotar. Einaferð stingur hann beinini út av songarstokkinum og fer til gongu. Tá verður sama skilið sum norðuri við Gjógv fyri seksti árum síðani, og tí mentuni hava hvørki danir ella føroyskir samríkjamenn gjørt sær eitt bestikk av. Republikkin, sum fer at spretta úr fólkaviljanum frá 46, man goyma seg í grannalagnum, nærri enn nakar av okkum grunar.
Kanska hevur føroyingurin bara havt politiskt krím hesi seksti árini, og er við at koma fyri seg aftur. Skula vit trúgva veljarakanningini. Kom at hugsa um hetta í morgun, táið eg legði framvið landi hjá fýrs ára gamla keypmanninum Haldori, hjá Katrinu Christanssen, sum hevði drigið gluggaklæðini fyri, og annonseraði á einum lepa: "Handilin er stongdur, eg eri forkølaður." Hann er ein av loysingarmonnunum á feltinum hjá Fólkaflokkinum. Hann letur uppaftur táið hann verður so frægt byrgur. Soleiðis verður tað eisini við viljanum frá 46. Nú mátti hann skjótt verið so frægt íligin, at hann kann brúkast til tað sum hann varð ætlaður. At lata samfelagið upp. At seta á stovn fólkaræði. At skipa ein sjálvstøðugan føroyskan stat. Republikkina.




