Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Títlingskongur í Vágstúni

Oliver Joensen

 Í dag, ringdi Kristian Andreasen, deildarleiðari á Intra Sport í Vági og segði frá, at hann hevði funnið ein fugl uttanfyri handilin. Hann visti ikki hvat hann skuldi gera við fuglin, tí hann var sera lítil og fittur og tóktist vera illa fyri.

Kristian sendið okkum eina mynd, og tað var onki at ivast í, at hetta var ein tittlingskongur. Vit fingu fuglin frá Kristiani, tá var fuglurin klárnaður. Vit fingu eisini tikið nakrar myndir áðrenn vit sleptu honum avstað aftur.

Jens_Kjeld Jensen, fuglaserfrøðingur sigur, at vit hava eina sera fjølmenta mongd av títlingskongum á vitjan í Føroyum í løtuni. Eg skal ikki siga 100 men nógvir hava verið at sæð her úti í Nølsoy fyri tíðina.

Nógvar finkur og sjáldsamir fuglar eru at síggja her fyri tíðina, so tað er bara at hava eyguni opin og kanska ein góðan kikara, so er mangt forvitnisligt at síggja.

Í Fuglar í Norðurhøvum stendur millum annað um títlingskong, hann eigur víða um í Evropa og í Ásia. hann heldur seg mest í nálaskógum. Í Norðuratlantshavi eigur hann í Ytru Suðuroyggjum og í Orknoyggjum. Ógvuliga fáir eiga í hetlandi og í Føroyum….. Helst í oktober kann bera á, at teir eru í meingi eisini í Føroyum. – og tað eru teir, sum sagt nú.