Sálarfrøði um tjaldingarøkið á G!: Tað er eingin ivi um, at tjaldingarøkið á G!-Festivalinum er nakað serligt og elvir til eitt sindur ”serligan” stemning. Men tað er ikki so serligt, ið vit halda, tí tað at byggja sín egna bústað (tjald) og haðanífrá skapa sær eina hugnaliga tilveru, er náttúrligt, sigur Rannvá Biskopstø, sálarfrøðingur. Tjaldingarøkið er eitt idéelt samfelag, ið neyvan kann verða ført út í ’veruliga’ lívið.
Sálarfrøði um tjaldingarøkið á G!: Tað er eingin ivi um, at tjaldingarøkið á G!-Festivalinum er nakað serligt og elvir til eitt sindur ”serligan” stemning. Men tað er ikki so serligt, ið vit halda, tí tað at byggja sín egna bústað (tjald) og haðanífrá skapa sær eina hugnaliga tilveru, er náttúrligt, sigur Rannvá Biskopstø, sálarfrøðingur. Tjaldingarøkið er eitt idéelt samfelag, ið neyvan kann verða ført út í ’veruliga’ lívið.
Norðlýsið hevur sett seg í samband við Rannvu Biskopstø, sálarfrøðing, fyri at fáa eina eitt sindur sálarfrøðiliga forkláring upp á stemningin á G!-tjaldingarøkinum.
Hon sigur m.a. at tjaldingarøkið kann nevnast við einum orðið, ið er ”utopi”. Utopi merkir tað idéella samfelagið, merkt av harmoni, yvirskoti, líkleika, frælsi o.ø. Tvs. eitt samfelagsidéal, ið ikki kann lata seg gera. – Men í fýra dagar á G!-Festivalinum finst eitt líknandi samfelag.
Ein náttúrligur primitiv eginleiki
– Fyri tað fyrsta hevur menniskjan ikki gloymt sína náttúru. Vit eru eitt sindur primitiv og vísa tað kanska eitt sindur meira, tá ið vit møta nógvum øðrum menniskjum við somu eginleikum. Á tjaldingarøkinum ger hvør einstakur, saman vit nógvum øðrum, sær ein bústað og eina tilveru, fortelur Rannvá Biskopstø.
– Eitt og hvørt menniskja hevur brúk fyri sosialari samveru, og ikki minst sosialum hugna. Á G!-Festivalinum er møguleikin fyri hesum stórur. Her fært tú møguleikan, at gera tær ein primitivan bústað burturfrá øllum tí dagliga resinum. Endamálið hjá øllum er tað sama: ”vit fara at hava tað stuttligt og at hugna okkum sum mest.”
Og tað er kanska hetta kollektiva endamálið, ið ger, at tjaldingarøkið altíð eydnast so væl. Gestirnir á økinum gerast ein felagsskapur við einum og sama endamálið. Tað kann ikki enda galið.
Tjaldingarøkið er ikki bólkatrýst, men karmur til serliga sosiala samveru
Spurd um tjaldingarøkið er eitt slag av bólkatrýsti, sigur Rannvá, at tað er tað ikki. – Tað er bert ein náttúrligur tørvur hjá menniskjanum. Menniskja hevur brúk fyri at ”kobla frá” viðhvørt og hevur brúk fyri hugnaligari sosialari samveru.
G!-Festivalurin ger karmarnar til góða sosiala samveru. Tey ungu gera felagsskapin á økinum. Ja, man kann næstan siga, at tey ungu gera eitt lítið samt samfelag í fýra dagar. Føroyingar hava nógv felags áhugamál, so sum føroyskan mat, syngja føroyskar sangir o.a. Hetta elvir eisini til, at tjaldingarøkið altíð eydnast so væl.
Orðið, ið definerar tjaldingarøkið, má tí vera utopi.




