”Tað er á tjaldingarøkinum at Summar Festivalurin er bestur.” Tað heldur Brandur Kristensen av Tvøroyri, sum vit fríggjadagin hittu saman við vinmanninum Hákuni Hovgaard. Brandur og Hákun eru saman við øðrum vinmonnum av Tvøroyri komnir til Klaksvíkar, her teir sova í einum lítlum tjaldi. Tann eini vinmaðurin býr hjá privatfólki.
”Vit plaga at vera á Summar Festivali saman, men í fjør vóru vit ikki,” sigur Hákun. ”Eg havi ikki verið til nakra konsert enn, men eg ætli mær at lurta eftir onkrum bólki,” sigur hann.
Spurdur hvat hann so hevur gjørt, sigur hann, at hann hevur sitið á tjaldingarøkinum og hugnað sær. ”Mann møtir nýggjum fólkum og prátar við tey og hevur tað stuttligt,” sigur hann.
Hava fingið nógva fjølmiðlaumrøðu
Hósdagin klokkan 14 settu vinmenninir av Tvøroyri tjaldið upp.
”Kringvarpið var tá framvið og tosaði við okkum og seinni hevur Rás 2 eisini verið her,” siga teit. Og nú kom Norðlýsið eisini, so teir eru væl ávegis at blíva kendir í fjølmiðlunum.
Veðrið hevur nógv at siga
Brandur og Hákun lata væl at veðrinum higartil.
”Mann tímir øðiliga illa at vakna ein morgun við timburmonnum og tað pissar niður,” sigur Hákun. ”Tá er ólíka at kunna seta seg í heita pottin í góðum veðri,” sigur hann.
”Veðrir hevur verið sera gott higartil, men eg hoyri at tað fer ikki at verða so gott í morgin,” sigur Hákun. Báðir rokna teir við at koma aftur á Summar Festival næsta ár.




