Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjaldur basti Stjørnuni

Oliver Joensen

Oddaliðini í fremstu kvinnudeildini í hondbólti, Tjaldur og Stjørnan hittust í kvøld í Ítróttarhøllini í Runavík.

Tað var ikki sørt av spenningi upp undir dystin. Liðini hava ikki møtt hvørjum øðrum fyrr í kappingarárinum, og úrslitini hjá liðunum báðum móti øðrum liðum í kappingini, bendu á, at tað vera hesi bæði liðini sum fara at kappast um fremstu plássini hetta kappingarárið.
Og tað fingu vit váttan fyri í kvøld. Tað var Tjaldur sum legði betur út og kom framum, men Stjørnan megnaði at fylgja so nøkunlunda við til hálvleiks. Hóast Stjørnan var aftanfyri tað mesta av hálvleikinum, megnaðu tær at hala seg framum eitt skiftið, tó at hálvleiksstøðan gjørdist 13-13.
Fyrri partur av seinna hálvleiki royndist Stjørnuni best, og vóru tær eitt skiftið frammanfyri við tveimum málum. Men upp undir endan av dystinum fekk Tjaldur nøkur skjót mál, og dysturin endaði við einum tryggum 30-25 sigri til Tjaldur.